Nú er meiriluti fyri at avtaka VAR í Noregi

18 feløg í tveimum teimum fremstu fótbóltsdeildunum vilja avtaka VAR

Nógvir áskoðarar hava mótmælt VAR í Noregi við at tveita tennisbóltar inn á vøllin

VAR hevur verið nógv útskeldað síðani tað gjørdist partur av norskum toppfótbólti í 2023.

 

Norðmenn høvdu tað góða demokratiska prinsippið, at feløgini í tveimum teimum fremstu fótbóltsdeildunum skuldu atkvøða um hvørt VAR skuldi innførast ella ikki. Undan kappingini í 2023 var ein meiriluti fyri at innføra VAR.

 

Men nú eru 18 feløg í bestu og næstbestu deildini í Noregi fyri at avtaka VAR í norskum toppfótbólti.

 

Frederikstad Blad skrivar, at ein meiriluti á aðalfundunum hjá Viking, Haugesund og Odd fyrr í vikuni atkvøddu fyri at avtaka VAR.

 

Tað eru 32 feløg umboðað í tveimum teimum fremstu deildunum í Noregi, so nú eru í mesta lagi 14 feløg fyri at varðveita VAR.

 

Felagið hjá Jóannesi Bjartalíð, Fredrikstad er millum feløgini har meiriluti framvegis er fyri at varðveita VAR. 

 

Fredrikstad Blad veit við vissu bara um níggju feløg sum eru fyri at varðveita VAR, so VAR er helst søga skjótt í Noregi.

 

 

 

Nógvir áskoðarar hava mótmælt VAR í Noregi við at tveita tennisbóltar inn á vøllin