Síðani hjúnabandslógin varð broytt í 2017 eru fleiri fólk av sama kyni gift í Føroyum. Sambært Hagstovu Føroya eru nú 20 hjún av sama kyndi, sum búgva í Føroyum. Tað skrivar Hagstova Føroya.
Tað eru 6 hjúnabond millum menn og 14 hjúnabond millum kvinnur.
Seinnapartin í dag klokkan 16 verður Faroe Pride skrúðgongan, sum fer úr Gundadali oman á Vaglið.
##med2##












