Tá B36 seinnapartin í dag hevur fingið FM skreytið handað, og vinnararnir eru avmyndaðir verður farið aftur til Havnar.
Í høvuðsstaðnum skipar býráðið við Leivuri Hansen, býráðsformanni, á odda fyri móttøku frammanfyri gamla kommunuskúlan, ið summi rópa ráðhúsið.
GHM spælir, og býráðsformaðurin fer at siga nøkur orð, og ivaleyst fer formaðurin í B36, Kristian á Neystabø at nýta høvið at takka fyri móttøkuna.
Eftir almennu løtuna í miðbýnum hevur býráðið bjóðað føroyameistarunum niðan í móttøkuhúsini í Tróndargøtu, har teir fáa ábit. Viðhaldsfókini hjá B36 vilja vera saman við meistaraliðnum, og tað fáa tey høvi til seinni um kvøldið, tá tað verður opið hús í B36 húsinum.
2. og 3. lið
eisini góð úrslit
Næstbesta liðið hjá B36 flutti upp í 2. deild eftir kappingarlok í fjør. Og tað kann ikki sigast annað, enn at tað hevur roynst væl. Eftir eina hálvvánaliga byrjan spældi liðið, sum fyri ein stóran part hevur verið mannað við unglingaspælarum, seg upp, og teir endaðu á silvurplássinum.
3. lið hjá B36 hevur spælt í 4. deild, og nú bendir alt á, at tað komandi ár fer at hanga saman allan vegin niður eftir hjá B36. Hóskvøldið var 4. deildarliðið hjá B71 í Gundadali, har teir spældu ímóti B36. Heimaliðið vann 6-0, og nú er seinni dysturin, sum verður á Sandi klokkan 13 í dag, bara eitt avgreiðslumál, áðrenn tað er greitt, at B36 í 1998 fer at hava lið í 1., 2. 3. og 4. deild.
Hetta kemur sera væl við, tí vit hava nógv fólk, og tað fer at leggjast meiri afturat teimum eldru deildunum. Nú verður betri høvi hjá fleiri at royna seg, fegnast Kristian á Neystabø, sum framvegis heldur fast um avgerðina at fara frá sum formaður í felagnum:
Aðalfundur verður í novembur, og tá skal nýggjur formaður veljast, sigur B36 formaðurin, sum upplýsir, at tað er sera stórur áhugi fyri ársveitsluni hjá felagnum, sum verður fríggjakvøldið 17. oktobur.