Nýggj myndasøvn á Tjóðsavninum

Mynd: Ásmundur Poulsen

Seinastu árini hevur Tjóðsavnið fingið smærri og størri myndasøvn, ið hava stóran søguligan og samfelagsligan týdning.

 

Ásmundur Poulsen

 

Fyri kortum fekk Tjóðsavnið gávu frá døtrum Ásmund Poulsen (1931-2007). Berghild, Halldis og Kinna hava latið savninum myndasavnið eftir pápan. Hann var føddur á Eiði, men búði meginpartin av lívi sínum í Havn. Hann var sjálvlærdur fotografur, og var virkin við myndatólinum í nærum 50 ár; frá 1950’unum og fram.

 

Hann byrjaði sum áhugafotografur, men seinni gjørdist tað yrkisvegur hansara. Hann tók myndir til alskyns høvi: brúdleyp, skipsdópar, kongs- og drotningavitjanir, tá William Heinesen fylti runt, til ymisk almenn hátíðarhald o.s.fr. Hann ferðaðist eisini nógv kring Føroyar við myndatóli sínum, og tók myndir av landslagi, bygda- og býarløgum og fólki. Hann var ágrýtin og fleiri túsund myndir liggja eftir hann. Summar av teimum framkallaði hann sjálvur.

 

Hann hevur givið ymiskt út, t.d. postkost við myndum av føroyskari náttúru og myndabókarøðina ”Føroyar í myndum”. Myndir hansara hava eisini verið prentaðar í altjóða tíðarritum sum t.d. National Geographic og nýttar í føroyskum og útlendskum bókaútgávum.

 

Kalmar Lindenskov

 

Í 2023 fekk Tjóðsavnið eitt annað stórt myndasavn. Kalmar Lindenskov læt tá savninum analoga myndasavn sítt, sum fevnir um árini 1974 og fram til 1995, og telur minst 50.000 myndir.

 

Kalmar Lindenskov hevur verið ein virkin fotografur í Føroyum, síðan hann fór í læru hjá Bambusi (Svend Poulsen) í 1962. Hann byrjaði at taka myndir til tíðindabløð í 1968. Hann hevur arbeitt sum fríyrkisfotografur hjá t.d. 14. september, Dimmalætting, Sosialinum, Tingakrossi, Magn og Eyganum. Síðan byrjanina av 1970-árunum og til nakað eftir aldamótið arbeiddi hann sum fastur fotografur fyri fleiri føroysk tíðindabløð, m.a. Dimmalætting og Sosialin. Millum myndirnar hjá Kalmari eru eisini lýsingamyndir.

 

Smærri myndasøvn

 

Afturat hesum stóru myndasøvnum hava fleiri onnur latið savninum smærri myndasøvn við áhugaverdum, stuttligum og søguliga týðandi myndum, ið m.a. lýsa føroyskt samkomulív, fakfelagsarbeiði, krígsárini, gerandis- og arbeiðslív. 

 

Innsavning

 

Tjóðsavnið tekur fegið ímóti myndum, sum lýsa livihátt og virki í Føroyum gjøgnum tíðirnar, so tær kunnu verða varðveittar til eftirtíðina og lýsa søgu okkara á landi, sjógvi og í luftini. Um tú hevur myndir, ið tú vilt lata savninum, kanst tú venda tær til okkum á savn@savn.fo

 

 

 

Fleiri myndir eru at síggja her: Nýggj myndasøvn á Tjóðsavninum — Tjóðsavnið 

 

Mynd: Ásmundur Poulsen