Fríggjadagin varð flogfarið alment sýnt fram á herstøðini Joint Base Andrews uttanfyri Washington D.C.
Tað skrivar flogmiðilin check-in.dk.
Trump fekk Boeing 747-8-flogfarið sum gávu frá Katar, og hann lýsti tað sum eitt fyribils forsetaflogfar, inntil nýggju Air Force One-flogførini frá Boeing verða liðug.
Arbeitt verður framvegis við tveimum serbygdu Boeing 747-8I-flogførum, sum skulu gerast nýggju Air Force One-flogførini. Tey hava tó verið rakt av fleiri seinkingum, og tí verður flogfarið úr Katar brúkt sum fyribils loysn.
Nýggja flogfarið hevur fingið nýggja litseting, sum verður øðrvísi enn tann ljósabláa og hvíta litsetingin, ið hevur eyðkent Air Force One síðani forsetatíðina hjá John F. Kennedy.
Men tað eru ikki bara litirnir, sum eru broyttir. Verjufyritøkan L3Harris hevur gjørt umfatandi broytingar á flogfarinum, so tað kann nýtast sum forsetaflogfar.
Millum annað hevur flogfarið fingið trygg samskiftisskipanir, verjuskipanir móti møguligum álopum, útgerð til nettrygd og aðra serliga útgerð, sum krevst til eitt forsetaflogfar.
Sambært serfrøðingum er tað bæði fløkt og sera kostnaðarmikið at umbyggja eitt vanligt VIP-flogfar til eitt forsetaflogfar. Flogfarið hevur millum annað verið tikið heilt sundur, so tað kundi kannast fyri avlurtingarbúnaði og øðrum møguligum trygdarváðum.
Avtalan um at lata USA flogfarið varð undirskrivað í fjør av amerikanska verjumálaráðharranum, Pete Hegseth, og umboðum fyri stjórnina í Katar.
Sambært avtaluni fær USA flogfarið uttan at gjalda nakað fyri tað.
Sjálv umbyggingin kostar tó nógv. Sambært Troy Meink, ovasta sivila leiðaranum í amerikanska flogvápninum, verður roknað við, at arbeiðið kostar eitt trýsiffrað milliónatal í dollarum – tó væntandi minni enn 400 milliónir dollarar.











