Nýggja stjórnin lovar bíligari mat og ókeypis ferðing til ung

Nýggja danska stjórnin ætlar at strika mvg á frukt og grønmeti, hálvera mvg á aðrar matvørur og gera buss- og tokferðing ókeypis fyri børn og ung upp til 22 ár.

Politiski leiðarin hjá Eindarlistanum, Pella Dragsted, hitti fjølmiðlar eftir at hava verið á fundi við Mette Frederiksen í morgun Mynd: Nils Meilvang/Ritzau Scanpix

Tað segði politiski talsmaðurin hjá Eindarlistanum, Pelle Dragsted, uttan fyri embætisbústaðin hjá forsætisráðfrúuni, Marienborg, í morgun.

 

Harumframt ætlar stjórnin stigvíst at innføra ókeypis tannlæknahjálp til allar borgarar.

 

Enn er ikki greitt, hvussu tiltøkini skulu fíggjast. Sambært donskum myndugleikum kann ein hálvering av mvg á matvørum og mvg-frítøka fyri frukt og grønmeti kosta ríkiskassanum umleið 17 milliardir krónur um árið.

 

Stjórnin er skipað við Javnaðarflokkinum, SF, Modaratunum og Radikala Vinstra, meðan Eindarlistin og Alternativið verða stuðulsflokkar.

 

 

Politiski leiðarin hjá Eindarlistanum, Pella Dragsted, hitti fjølmiðlar eftir at hava verið á fundi við Mette Frederiksen í morgun Mynd: Nils Meilvang/Ritzau Scanpix