Føroyar skulu hava ein størri leiklut í vaksandi altjóða rúmdarvinnuni.
Tað er endamálið hjá nýggja áhugafelagsskapinum FAROE SPACE, sum David Arge Klevang og Johan Mortensen hava stovnað.
Felagsskapurin fer at arbeiða fyri at menna vinnuliga føroyska rúmdarvinnu og at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu økja um kunnleikan til møguleikarnar á rúmdarøkinum.
Fyrsta tiltakið verður í Varpinum í Klaksvík hóskvøldið 17. september klokkan 19.30 undir heitinum »Frá áttamannafari til rúmdarfar – Mars, rúmdin og Spaceport Norðoyggjar«.
Har fer David Arge Klevang, lektari á DTU Space – Institut for Rumforskning og Rumteknologi, at halda fyrilestur.
Hann fer millum annað at greiða frá úrslitunum av fimm ára gransking á Mars við Perseverance-rovaranum hjá NASA og viðgera spurningin, um granskingin førir okkum nærri einum svari upp á, um lív er ella hevur verið aðrastaðni í alheiminum.
Men tiltakið snýr seg eisini ítøkiliga um Føroyar.
Í seinna parti verður sjóneykan sett á vaksandi rúmdarvinnuna og møguleikarnar hjá Føroyum. Fyriskipararnir vísa á, at landafrøðiliga støða Føroya kann geva landinum ein leiklut í teimum íløgum í rúmdarøkið, sum væntast í Norðurhøvum og Arktis komandi árini.
Heitið Spaceport Norðoyggjar verður eisini partur av umrøðuni hetta kvøldið.
Tiltakið verður fyriskipað í samstarvi við Klaksvíkar kommunu. Atgongumerkið kostar 50 krónur.












