Nýtt staklag frá Eli Tausen á Lava

Tíðindaskriv:

 

Í dag er nýggja staklagið "Hide Me (Son of Man)" eftir Eli Tausen á Lava komið út. Hetta er tað seinna lagið úr EPini "Book of Lies," sum er ein filmisk tónleikatulking av bókini "The Book of Lies" eftir Aleister Crowley. Trý løg eru eftir, og komandi vikurnar verða tey útgivin eitt og eitt inntil EPin er fullkomin við fimm løgum í januar.

 

Í tónleikinum er ein søgugongd, sum verður avdúkað so hvørt sum løgini koma út. Tað fyrsta lagið, "Book of Lies," avmyndaði eitt loyndarfult ritual, kanska í einum myrkum kjallara onkrastaðni. Teskaði gandaorð og tann støðugt ringjandi andaklokkan byggja spakuliga upp til, at ein vera úr einum øðrum heimi vísir seg í blendandi ljósi. Hetta seinna lagið vísir hvussu høvuðspersónurin eftirfylgjandi søkkur í ørskap.

 

"Hide Me (Son of Man)" kann hoyrast her: https://ffm.to/hide-me-son-of-man