Tíðindaskriv frá IRF:
Við nýggju heimasíðuni www.avroð.fo verður tað nú lættari hjá føroyingum at fáa fatur á avroðum og læra meira um teirra nýtslu.
Avroð eru ein delikatessa, og er ein natúrligur partur av føroysku mentanini og náttúruni. Tí er tað okkara vón, at vit í Føroyum aftur kunnu síggja virðið í hesum tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað.
Endamálið við Avroð.fo er:
- At knýta samband millum fólk og bóndir, sum vilja selja avroð.
- At geva íblástur og góð ráð til, hvussu avroð kunnu nýtast á ein spennandi og nútímans hátt.
Á heimasíðuni finnur tú eitt yvirlit yvir veitarar, sum selja avroð. Tey, ið eru áhugað í avroðum, kunnu seta seg í samband við veitarar og bíleggja avroð, tá farið verður á fjall. Hetta tryggjar, at tú fært fatur á frískum og góðum rávørum, sum kunnu nýtast í køkinum alt árið.
IRF vil við nýggju síðuni vera við at skapa virðing fyri avroðum – sum góðan, sunnan og kanska eisini forvitnisligan mat.
##med2##