Ribe-Esbjerg vóru sendir úr donsku steypakappingini

Áttandapartsfinalan gjørdist endastøðini hjá Teis Horn Rasmussen og liðfeløgum hansara

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg rukku ikki fjórðingsfinalunum í donsku steypakappingini.

 

Týskvøldið spældi Ribe-Esbjerg áttandapartsfinalu í Blue Water Dokken høllini móti Bjerringbro/Silkeborg.

 

Í steðginum var bert eitt mál á muni, har útiliðið var á odda 17-16. Men í seinna hálvleiki skrædnaði hjá Ribe-Esbjerg, ið at enda mátti lúta greitt 29-37. Teis, ið sum altíð tók síni tøk í verjuni var noteraður fyri eitt mál.

 

Longu leygardagin klokkan 15 skal Ribe-Esbjerg í eldin aftur. Tá spæla teir dyst í bestu deildini á útvølli móti Nordsjællandi.