Nú byrjar at sansa at í hondbóltslandskappingini hjá kvinnum og monnum. Hetta sæst eisini aftur á áskoðaratalinum, sum alsamt økist. Tað er sum skilst við hesum í huga, at dystirnir hjá VÍF/Tjaldur og VÍF eru fluttir, so viðhaldsfólkini kunnu koyra millum Runavík og Vestmanna og fáa báðar dystirnar við.
Tá VÍF og Tjaldur løgdu saman varð gjørt avtala um at spælast skuldi bæði í Vestmanna og Runavík. Hetta vikuskiftið kemur tað illa við hjá teimum, sum ætlar sær at síggja báðar dystirnar, tí VÍF/Tjaldur skal spæla í Runavík, meðan VÍF skal spæla í Vestmanna.
Feløgini og Hondbóltssamband Føroya eru komin ásamt um at flyta dystirnar, so møguleiki verður fyri at síggja báðar dystirnar. Kvinnudysturin millum VÍF/Tjaldur og Stjørnuna er fluttur ein hálvan tíma fram til klokkan 14.00, meðan mansdysturin millum VÍF og H71 er fluttur ein tíma aftur til klokkan 17.00.
Í báðum førum er talan um lið, ið kempa um at sleppa í FM finlauna. VÍF/Tjaldur hevur við teprum sigrum á Kyndli og VB hala seg inn á Kyndil, sum nú er bara tvey stig frammanfyri á øðrum plássi.
Hjá monnum er talan um dyst millum nummar tvey og trý. Bara eitt stig skilur liðini og mest sannlíkt, so sleppur bara annað av hesum við í FM finaluna, tí KÍF er heili fimm stig frammanfyri á fyrsta plássi.
Atlantic Airways deildin:
Fríggjadagin 1. mars
Team Klaksvík – KÍF (20.00)
Sunnudagin 3. mars
VÍF – H71 (17.00) Beinleiðis á Rás2
Neistin – Kyndil (16.00)
Støðan:
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 17 502 386 116 27
2 H71 17 469 421 48 22
3 VÍF 17 493 429 64 21
4 Kyndil 17 442 437 5 19
5 StÍF 18 438 421 17 17
6 Neistin 17 406 431 -25 14
7 Team Klaksvík 17 330 555 -225 0
Fremsta deild kvinnur:
Sunnudagin 3. mars
VÍF/Tjaldur (14.00)
Neistin – Kyndil (14.30)
Støðan:
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 14 444 330 114 28
2 Kyndil 14 316 307 9 16
3 VÍF/Tjaldur 14 338 357 -19 14
4 VB 15 355 384 -29 10
5 StÍF 14 350 395 -45 9
6 Stjørnan 13 300 330 -30 7