Afturímóti ber eisini til at viðmerkja, at Anders Fogh Rasmussen er forsætisráðharri fyri alt fólkið. Tað kundi tí í fyrstu atløgu tykjast politiskt óbúgvið, at hann bara skuldi landsstýrisflokkarnar og tann eina andstøðuflokkin, Sambandsflokkin. Í evstu løtu loddaði hann so kortini dýpið ella var tað tí at andstøðan gjørdi vart við sína misnøgd, og hann beyð øllum tingfólkunum á fund.
Hetta má metast skilagott, serliga, tá vit hugsa um, at Javnaðarflokurin situr kanska við lyklinum til eina komandi stjórnarskrá fyri Føroya land. Skilt á tann hátt, at ferð eftir ferð hava eygleiðarar ? og henda oddagrein sanniliga eisini ? staðfest, at tað verður torført at fáa eina berandi nýskipan uttan um miðjuna í tjóðskaparliga spektrinum.
Fleiri meiningarkanningar hava eisini víst, at tey flestu vilja hava eina millumloysn millum fullveldi og heimastýri. Tað skal ikki stórt politiskt innlit til fyri at kunna staðfesta, at uppskot Javnaðarfloksins um ein sjálvstýrissáttmála er ein millumloysn. Henda ætlan liggur bæði millum fullveldisflokkin og sambandsflokkin í aktuellu politisku støðuni, og hon er eisini ein ávegis leið móti fullveldi ella loysing, tá tíðin er búgvin og meirilutin ynskir tað.
Undan vitjanini hevur forsætisráðharrin aftur staðfest, at danska stjórnin er sinnað at samráðast um tey málsøki, sum landsstýrið hevur ynskt at yvirtaka, og sum vit hava rætt til sambært heimastýrislógini. Hetta er tí einki nýtt. Eisini hevur hann staðfest, at vit kunnu t.d. ikki yvirtaka uttanríkis- og hernaðarmál!
Í hesum liggur ein veikleiki í nýggja ?sjálvstýrispolitikki? landsstýrisins, sum bara miðar ímóti at yvirtaka eftir heimastýrislógini. Høvdu vit valt at samráðast um ein nýggjan sjálvstýrissáttmála, kundu vit kravt at fáa størri ávirkan og størri ræði í uttanríkis- og hernaðarmálum og fingið tað staðfest í einum sáttmála longu nú.
Tað nýggja í danska stjórnarpolitikkinum verður, sambært Anders Fogh Rasmussen, at samráðingar og samskifti skulu fara fram í einum meira fordragiligum tóna. Partarnir skulu sýna hvørjum øðrum virðing, og tað má galda fyri báðar partar. Hinvegin kunnu vit ikki rokna við stórvegis broytingum, tí nýggju stjórnarflokkarnir stóðu øksl móti øksl við gomlu stjórnarflokkarnar í at nokta landsstýrinum eina 15 ára langa skiftistíð eftir fullveldisætlanini.
Hóast vitjanin er eina viku eftir at landsstýrið setti skjøtul á valstríðið við at boða frá ábótum til fólkapensjónistarnar, og tí í so nær einum vali, skal forsætisráðharrin vera vælkomin. Vónandi kemur okkurt gott burturúr, øllum Føroya fólki at gagni.
Sosialurin