Oddagrein· Eitt nýtt og størri monopol?

Fiskasølan og Fiskavirking verða lagdar saman í eitt felag. Orsøkirnar eru óivað fleiri: raksturin hjá Fiskasøluni hevur ikki borið seg higartil í ár. Tað er funnist at søludeildini hjá Føroya Fiskavirking við bara einum ella tveimum sølufólkum. Virðið á Fiskaviring økist. Og samstundis minkar váðin eisini hjá Framtaksgrunninum, sum eigur bæði feløgini.

Um samanleggingin er partur í eini miðvísari ætlan hjá Framtaksgrunninum at einskilja Fiskavirking er ikki greitt, men tað kann hugsast. So er spurningurin, hvussu heppin henda samanleggingin er.

Frammanundan hava vit havt eina rættiliga stóra og sterka Fiskavirking, sum í ávísum førum kanska hevur monopolstøðu. Í øllum førum er hon sterk í kappingini mótvegis hinum fimm-seks fiskavirkjunum um føroyska ráfiskin. Fær hon so søluliðið afturat, eins og tey bæði virkini, sum Fiskasølan hevur rikið, kunnu vit siga, at vit nærkast eini monopolstøðu.

Nevndin fyri Framtaksgrunnin arbeiðir rættiliga friðarliga og í loyndum. Nevndin fyri ein fíggingargrunn skal ikki at rópa út um geilar um ætlanir sínar, men nevndin fyri grunnin átti at kunna eit sindur meia, so leysasøgur ikki sluppu at ferðast í vikur, áðrenn nevndin fyri grunnin váttar ella avsannar eini tíðindi. Tað skapar órógv í vinnuni, bæði her heima og uttanlands, og tað kann hava avleiðingar fyri marknaðin, sum frammanundan ikki er tann besti.

Tó skiltist fyrr í vikuni - helst eftir at løgmaður og landsstýrismaðurin í vinnumálum høvdu havt fund við Framtaksgrunnin - at Fiskavirking skal seljast sum ein eind og at bøtast skuldi um summi virki fyri at hækka søluvirðið á Fiskavirking.

Um tað er rætt at einskilja Fiskavirking sum eina eind ella selja hana í smærri eindum ella virki fyri virki kunnu tað óivað verða fleiri meiningar um. Ein stór eind - kanska á útlendskum hondum - verður ein risi í føroyskum høpi og fær eina, meira ella minni, monopollíknandi støðu í føroyskari fiskivinnu. Og tað er ikki heppið, halda summi. Men Fiskavirking er bygd upp sum ein eind við saltfiskavirking á einum virki, feskfiskavirking eina aðrastaðni, kongafiski á einum triða virki o.s.fr. Tí vil onkur kanska siga, at Fiskavirking eigur at verða seld sum ein eind fyri at virkini kunnu verða gagnnýtt sum best. Ella løgd still!

Afturímóti er einki sum forðar fyri, at virkini verða seld ella einskild í smærri eindum og halda fram at virka, sum tey nú eru umbygd til. Ein slík loysn kann hugsast at vera meiri gagnlig fyri lokalsamfelagið og kann óivað verða við til at skapa javnari kapping millum tey ymisku virkini um ráfiskin. Úrslitið av tí skuldi verði ein betri fiskaprísur.

Men ber til at fremja eina slíka loysn, nú Fiskasølan verður løgd saman við Fiskavirking, og er hon í samljóð við ætlanina hjá Framtaksgrunninum? Í skrivandi stund er alt enn ógreitt, men neyvan er síðsta orðið sagt í hesum eyma málið, tí ikki er hugsandi, at politikkarar úr landsstýrisflokkunum fara at góðtaka eitt nýtt monopol í føroysku fiskivinnuni - líka mikið um tað er alment ella einskilt.



Sosialurin