Oddagrein: Nei til Evropiska Samveldið

FÓLKAATKVØÐAN í Danmark hósdagin var ikki bert eitt nei til Evruna - til at skifta frá danskari krónu til europeisku krónuna - hon var eisini eitt nei til eitt evropeiskt samveldi eftir amerikanskari uppskrift.

TANN monetera uniónin er ein týðandi brikkur í tí samlaða ES-landakortinum. Og har er so felags gjaldoyra bert ein partur. Eingin ivi er um, at eitt felags gjaldoyra fyri nógv lond er meira praktiskt enn at hvørt landið sær hevur sítt egna gjaldoyra. Men spurningurin mong seta sær er: er hetta endaspurturin til tað lovaða landið, tað evropeiska heimsveldið, sum aftur mong bera so stóran ótta fyri - og sum mong onnur prísa!


HÓAST tað ikki fær nakrar beinleiðis fylgjur fyri evropoeiska gjaldoyrasamstarvið, at 54% av dønum hava atkvøtt ímóti at skifta donsku krónuna út við evruna, tí hetta samstarv fevnir um so mong onnur fíggjarviðurskifti, so er greitt, at hetta kann koma at seta kílar í hesa ætlan sum frálíður. Tí hugsast kann, at lond sum Svøríki og Bretland eisini fara at atkvøða ímóti evruni sum teirra gjaldoyra.


NÚ eru Føroyar ikki limur í ES og ongar ætlanir eru um limaskap í løtuni. Og soleingi hvørki Noreg ella Ísland eru limir har, verða vit tað neyvan heldur. Men spurningurin er, hvørja ávirkan eitt danskt nei hevur á okkum! Neyvan ta stóru ávirkan heldur, tí vit eru framvegis partur av donsku gjaldoyraskipanini.


SPURNINGURIN um evruna er tí kanska meira politiskur enn vit geva okkum fær um. Og tað átti danski forsætisráðharrin kann eisini at havt hugsað meira um. Danir valdu á sinni at fara upp í ES, men teir hava harvið ikki sagt, at teir ynsktu Evropeiska samveldið. Fólkaatkvøðan nú vísir tí nettupp, at danir vilja ikki geva frá sær øll tey rættindi og tær avgerðir, sum í dag verða tiknar á Christiansborg - til parlamentið í ES. Tvs. at teir vilja ikki hava ein felags evropeiskan her, teir vilja ikki lata ES avgera uttanríkispolitikkin osfr. Heilt givið er tað eisini, at danir eisini tengja ta sera vælumtóktu drotningina uppí hetta málið. Og tað at sleppa donsku krónuni kann eisini tulkast sum, at teir vilja halda fast sum tað, sum er danskt og her m.a. danska kongshúsið. Hóast tað at fara frá krónu til evru ikki beinleiðis hevur nakað við hetta at gera, so kann eisini hetta vera ein partur av svarinum til at danir søgdu nei.


JA-kampanjan í Danmark verður av mongum hildin at hava verið sera arrogant, og hetta kann so vera revsingin. At typisk ja-øki hjá Vinstra nú bráddliga eru vorðin nei-øki, merkir eisini, at danir vilja ikki hava meira integratión í ES. Danir hava valt at vera við í ES men ikki fyri einhvønn prís. Teir vilja varðveita Danmark og tað, sum eyðkennir danska demokratiið. Og tað mugu nú bæði Nyrup og Vinstrahøvdingin góðtaka. Tí verður áhugavert at síggja, hvussu leikur nú fer fram.