ODDAGREIN: Politikarar á tunnilsferð

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í inn­lend­is­mál­um, er aftur farin út at ferð­ast. Hesaferð gongur leiðin hjá lands­stýr­is­mann­inum – sum varðar av inn­lend­is­við­ur­skift­um inna­nlands í Føroyum – til Sveis, og við sær hevur hann eini seks, sjey ting­fólk.

Endamálið við ferðin sigst vera at kunna seg um tunlar og tunn­ils­gerð.

Júst í hesum døgum eru and­støð­u­­rødd­ir á tingi frammi, sum vilja kalla ting­ið saman í summarfrítíðini til tess at finna pen­ing, so ellis- og røkt­ar­heim kring landið kunnu fáa ráð at løna nátt­ar­vakt­um at vera um tey gomlu, með­an tey sova.
Tað kann tykjast heldur marg­hátt­­ligt, tá tingmenn og -kvinnur og lands­­stýr­is­mað­ur fara til alpu­land­ið at kunna seg um, hvussu tey í Sveis dag­føra gamlar tunlar, og hvussu arbeitt verður, tá verandi tunla­r skulu breiðkast og víðkast.

All­arhelst vita tey í Alpunum nógv um tunnilsgerð – men er tað veru­liga neyðugt at senda hetta væl­mann­aða lið­ið av parla­ment­ar­ik­ar­um á slíka ferð? Er hetta ikki heldur ein hugn­a­­ligur summartúrur – ella er tað so galið, at tað er ein játtan til ferðir, sum skal brúkast innan ávísa freist?
Áhugavert kundi verið at frætt, hvat hesi tingfólk fáa burturúr – og hvussu tað gagnar føroyskari tunn­ils­gerð, at tey fáa hesa vitan, heldur enn at viðkomandi starvsfólk hjá Lands­verki ella øðrum viðkomandi stovni nema sær hendan kunn­leik­an, um tey ikki hava hann framm­an­und­an.

Men vinnunevndin hjá Løg­tingi­num skal eisini á ferð. Og tey fara nógv longur, enn í Alpurnar. Teir sjey nevndarlimirnir í vinnu­nevnd­ini fara – saman við nevnd­ar­skriv­ar­a­num – á ferð í Kina, har tey fara at kunna seg um kinverkt vinnulív og um varandi orku.

– Hetta verður ein arbeiðsvika, har hvør tími verður brúktur, sigur segði nevnd­ar­for­mað­ur­in, Al­fred Ol­sen, við útvarpið.

Ikki tí, sjálvandi eiga okkara pol­i­t­ik­arar at sleppa at ferðast – í øll­um førum eitt sindur. Men tað skal valdast, serliga nú, tá okkara gomlu liggja í andaleypi á stovnum og heim­in kring landið, júst tí at okk­ara somu fólkavaldu politikarar hava niðurprioriterað røktina av okk­ara eldru.

Tá tykist tað ikki sørt arrogant, at fara í Alpurnar at hyggja, hvussu tey víðka tunellir og nið­ur til Kina at kanna varandi orku.

At pol­itikarar ikki altíð duga at rað­festa, vita vit. Men tað skal vald­ast!