Seinnapartin klokkan 17.15 byrjar dysturin í Meistaradeildini hjá monnum millum uppflytararnar, Skála ÍF og AB undir Mýruhjalla á Skála.
R3 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Skála ÍF er aftast í deildini við fýra stigum. AB er nummar fýra við 11 stigum.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn.
Oddsini upp á heimasigur til Skála ÍF liggja millum: 2,29 og 2,60.
Oddsini upp á javnleik liggja millum: 2,79 og 3,35.
Oddsini upp á útisigur til AB liggja millum: 2,46 og 2,64.
HER eru oddsini:
##med2##











