Øðrvísi innsavnan til Blaá Kross við Ítróttaháskúlanum

Í morgin, 22. sept. 2022, skipar Ítróttaháskúlin fyri innsavnan til Bláa Kross.

 

Talan verður um heldur øðrvísi og forkunnuga innsavnan, har tað ber til at zip-lina yvir um Múlagjógv á Eiðinum í Vági við Ítróttaháskúlanum.

 

Kostnaðurin er 100 kr. – ella meira, alt eftir hvat ein ynskir at lata Bláa Krossi. Innkomni peningurin fer óskerdur til Bláa Kross.

 

-So tað er bara at møta upp vesturi við rættina í Fjallinum  22. sept. 2022 millum kl. 16 og kl. 18, siga tey á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni.