Øll føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini taptu

Viborg, Keypmannahavn, Ajax og Ringkøbing taptu sínar dystir í kvøld

Hetta gjørdist eitt ógvuliga slakt kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.

 

Leingi sá tað gott út hjá Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg í útidystinum móti toppliðnum, Odense. 

 

Í steðginum var Viborg á odda 16-12, men í seinna hálvleiki var Odense omaná og vann dystin 29-26.

 

Jana skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.

 

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn kunnu iðra seg um eitt tepurt 32-33 tap á heimavølli fyri Silkeborg-Voel. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 13-11.

 

Pernille skoraði eitt mál.

 

Súna Krossteig Hansen og liðfelagarnir í Ajax taptu á 25-30 fyri Sønderjyske, ið var á odda 14-12 í steðginum.

 

Súna skoraði trý mál, legði upp til trý mál og vann liðnum eitt brotskast.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum mátti síggja kappingarneytan, Idu Vium verja málið hjá Ringkøbing allan dystin, tá Ringkøbing tapti 23-26 (13-10) fyri Nykøbing Falster á útivølli.

 

Støðan:

 

Nr.LiðDystirStig
1Team Esbjerg1836
2Ikast 1832
3Odense1832
4Nykøbing Falster1824
5Silkeborg-Voel 1820
6 Viborg HK1818
7SønderjyskE 1817
8Keypmannahavn1816
9Ringkøbing 1815
10Skanderborg1813
11Aarhus United1710
12Horsens 189
13Bjerringbro 178
14Ajax 180