Sosialurin 90 ár: Rættilig orrusta var í býnum í Havn, tá fútin í 1981 stongdi dansistaðið Gaman, sum ikki aktaði boðini um at steingja klokkan 01 sunnunátt
Tað gingu næstan tveir tímar, frá tí fyrsta fráboðanin um ófriðin kom á politistøðina kl 01.25 til tann fyrsti varð handtikin klokkan 03.18.
Soleiðis skrivaði Sosialurin 7. februar í 1979. Og blaðið heldur fram:
»Hetta kom fram undir grundlógarforhoyrinum sunnudagin. 22 fólk blivu tikin, og av teimum eru fimm nú skuldsett fyri eldáseting og herverk.
Ófriðurin byrjaði í miðbýnum um midnáttina. Rútar og lyktastreyrar blivu knústir og eldur settur á tríggjar bilar í Kommunuskúlagarðinum. Tann eini, ein Opel Kadett 1978 úr Kollafirði, kolaðist upp. Aftan á hetta fór fólkið niðan í Gaman, har alt bleiv sorlað sundur. Haðani gekk leiðin niðan til Mimir. Har hendi kortini lítil og eingin skaði, men á vegnum oman aftur í býin knústu tey fleiri rútar í Kommunuskúlanum. Eisini heima hjá býráðsformanninum, Poul Michelsen, á Gundadalsvegi, blivu rútar knústir og á Burstatanga varð eldur settur á flamingoplátur.Brandbumbur, t. e. fløskur við bensini, blivu eisini tveittar. M. a. tvær eftir sløkkiliðsbilinum. Onnur rakti bilin, hin lendi undir honum.
Longu hóskvøldið fór at ljóða í býnum, at ófriður skuldi vera. Politiið var fyrireikað, og 15-20 mans vóru á vakt bæði fríggja- og leygarkvøldið.
Eingin bleiv ákærdur í sambandi við ófriðin í Havn á hvítusunnu í 1978. Politiið hevði ikki nóg góð prógv til at byggja ákæru á.
Um ákæra verður reist hesaferð fæst at vita, tá politiið er liðugt við kanningarnar. Politiið heitti sunnudagin í Útvarpinum á fólk, sum vita nakað at siga um tilburðirnar sunnunáttina, um at venda sær til politiið. Ákærin segði í rættinum sunnudagin, at longu tá høvdu fleiri fylgt áheitanini«
-----
24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar
Aðrar greinar í røðini: