Eina ferð var tað ein ungur landsstýrismaður í einum lítlum landi, sum arbeiddi av allari makt fyri at fáa eina hvíta bók skrivaða og givna út. Og henda útgávan skuldi verða um mánaðarskiftið í hoyna.
Men terrin var góður hetta summarið, og hoyggingin gekk so mikið væl, at tey flestu vóru liðug, fyrr enn vanligt annars var. Og soleiðis varð eisini við teirri hvítu bókini.
Onkur av monnum teirra, sum valdið hava, hevði ikki tol at bíða, til alt var turt, og tí var bókin borin inn - ella út - sum vánaligt rakstrarhoyggj.
Og hesi tíðindi frættust til annað land, har menninir við øllum pengunum og veruliga valdinum vóru.
Og beinanvegin fóru teir at hugsa um, hvussu nú fór at verða.
Tí í teirri hvítu bókini stóð, at tann ungi landsstýrismaðurin ætlaði at loysa tað lítla landið frá tí stóra. Hann ætlaði at skifta pengarnar hjá stóra landinum, sum tey nýta í tí lítla landinum, um við pengar frá einum upp aftur størri landi. Ella rættari sagt eini landasamtøku.
Og hygg. Hetta var jú nakað verri nakað, sum teimum í tí stóra landinum yvirhøvur ikki dámdi.
Í tí stóra landinum hava tey nakað, sum tey nevna pressu. Hetta eru bløð, útvarp og sjónvarp. Og hesi frættu eisini, at tann ungi landsstýrismaðurin í tí lítla landinum hevði skrivað okkurt, sum stuttligt var at skriva meira um, so pressan byrjaði at viðgera hetta málið.
Og tað dámdi teimum, sum ráddu yvir pengum og fólkinum í tí stóra landinum, upp aftur minni. So høvur vórðu løgd í blot til tess at finna útav, hvussu komast kundi burtur úr hesi vanlukkuligu støðu, hesin ungi landsstýrismaðurin nú fekk alt ríkið í.
Í tí stóra landinum búði ein drotning, sum dugdi eitt sindur meira enn tey flestu. Hon hevði listaligar gávur og dugdi at tekna pallmyndir á stórum sjónleikarpallum.
Og júst hendan dagin var hon í ferð við at gera eina pallmynd lidna til leikin »Et Folkesagn«, sum skuldi spælast á Kongaliga Leikhúsinum í tí størsta býnum í tí stóra landinum.
Tann gamla drotningi átti eisini ein prins, sum hevði fingið sær eina prinsessu úr einum fremmandum landi langt burturi.
Og tey funnu upp á eini ráð, sum fullkomuliga fingu øll - eisini pressuna - at gloyma alt um hasa hvítu bókina hjá unga landsstýrismanninum.
Og tað er púra vist, at sama fyrrapartin átti prinsessan ein son. Og tá ein nýggjur prinsur var føddur í ríkinum, vóru øll glað, og eingin tosaði um annað enn hendan lítla, fitta prinsin, sum var so lítil, at hann ikki var størri enn ein hampilig hýsa.
Tann stóri prinsurin segði fyri allari pressuni, at hann slapp at klippa nalvastrongin hjá tí lítla prinsinum. Og tað helt pressan í tí stóra landinum vera so stuttligt, at tað varð endurgivið allan dagin.
Hóast forsætisráðharrin í tí stóra landinum fyrr um dagin hevði sagt, at hann hevði onga viðmerking til tað, tann ungi landsstýrismaðurin í lítla landinum skrivaði, var hann skjótur at senda ungu prinsessuni og stóra prinsinum fjarrit og ynskja teimum tillukku við lítla prinsinum.
Og løgmaðurin í tí lítla landinum sendi eisini prinsessuni og stóra prinsinum, sum klipti nalvastrongin hjá tí lítla prinsinum, eitt fjarrit og ynskti teimum tillukku.
Og hann hevði líkasum ikki heilt hug at klippa nalvastrongin, sum heldur tí lítla landinum at tí stóra landinum, so hann ynskti eisini ommuni og abbanum, sum eru tann stóra drotningin og tann gamli prinsurin, til lukku við tí lítla prinsinum, sum er so lítil, at hann er sum ein hampilig hýsa.
Men í tí næststørsta býnum í tí stóra landinum búðu fleiri hundrað fólk úr tí lítla landinum.
Og tey flest búðu har, tí tey vóru farin at útbúgva seg til eitthvørt, tey skuldu gera restina av lívinum. Tey høvdu eitt felag, sum hevði fingið ávísan stuðul frá teimum, sum ráddu í tí lítla landinum. Men nú var tann stuðulin næstan burtur, so tað felagið var komið í eina støðu, sum gjørdi, at tað ikki so væl kundi virka sum hjálp og stuðul hjá teimum, úr tí lítla landinum, sum ikki rættiliga vistu, hvussu tey skuldu gera, tá tey komu til tað stóra landið.
Men tað hildu teir, sum ráddu í tí lítla landinum, ikki gjørdi nakað. Og teir ætlaðu at klippa nalvastrongin til tað stóra landið. Tað stóð í teirri hvítu bókini, sum øll í tí stóra landinum gloymdu. Tí tann lítla prinsessan fekk ein enn minni prins.
Og í tí næststørsta býnum í tí stóra landinum høvdu tey júst um sama mundið, eina veitsluviku, sum vardi í tíggju dagar heldur enn eina viku. Og tey høvdu eitt tema á hesi vikuni. Hetta temað var tíggju ára haldið fyri, at Berlinmúrurin fall.
Men samstundis høvdu tey eisini í tí næststørsta býnum fingið ein nýggjan múr, sum bara tey áttu.
Og tað var ein stórur maður úr tí lítla landinum, sum spældi fótbólt í tí størsta felagnum í tí næststørsta býnum í tí stóra landinum. Og hann spældi í verjuni.
Og í tí næststørsta býnum í tí stóra landinum vóru tey so fegin um hann, at tey nevndu hann »Muren«.
Og tað er púra vist.