Vanliga er tað føðingardagsbarnið, sum fær gávur, men hjá Føroya fyrstu sushi-matstovu, Etika, er tað øvugt í dag. Tey halda fimm ára føðingardag og bjóða í tí sambandi ókeypis sushi millum klokkan 12 og 13 í dag.
Summi hildu tað vera ørt at lata eina sushi-matstovu upp í Havn, tí føroyingar eru ikki vanir við at eta ráan fisk. Men hesin spádómur má sigast at vera gjørdur til skammar, tí føroyingar hava tikið sera væl ímóti sushimatstovuni, Etika.
Rávøruna hava vit, og føroyski laksurin sigst vera heimsins besti til júst sushi. Tað eru tó ikki føroyingar, sum eru serfrøðingarnir hjá Etika í føroysku rávøruni, sum verður brúkt til hendan »fremmanda« matin. Hjá Etika arbeiða – sum myndin vísir – nógvar eysturlendskar kvinnur, sum duga kynstrið sera væl.