Óli skoraði og legði upp til 15 mál í 1. bronsufinaluni

GOG vann greiðan sigur á Mors-Thy

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG stríðast fyri at fáa bronsuna heim í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í dag eydnaðist GOG í fyrstu bronsufinaluni, ið var í Svendborg Arena at vinna greiðan 38-31 sigur á Mors-Thy. Í steðginum var GOG á odda 19-17.

 

Óli var flúgvandi í dag. Hann skoraði sjey mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til heili átta mál. 

 

Liðini hittast aftur í aðru/seinnu bronsufinaluni á heimavøllinum hjá Mors-Thy, hósdagin klokkan 17.30.