Olja funnin nærindis Goliat í Barentshavinum

Nøgdin av kolvetni í brunninum, sum nú er funnin, verður mett til fimm milliónir føt

Oljufelagið Vår Energi váttar, at olja er funnin í einum leitibrunni nærindis, Goliat-feltinum í Barentshavinum.

 

Brunnurin, Goliat North, liggur fimm kilometrar norður úr Goliat-feltinum.

 

Nøgdin av kolvetni í brunninum, sum nú er funnin, verður mett til fimm milliónir føt tilsamans.

 

Vår Energi og Equinor bora í løtuni fjórða brunnin um hesar leiðir, veit norska kringvarpið - NRK - at siga í morgun.