Olju á vegnum í Syðrugøtu

Sløkkiliðið mátti út at reinsa oljuna uppaftur

Beint eftir klokkan 11 gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at olja var á vegnum í Syðrugøtu. Staðfest varð, at hetta var so mikið nógv, at vandi var á ferð. Tí vórðu boð send eftir sløkkiliðnum, sum reinsaði vegin aftur.

Funnið varð ikki útav, hví oljan var komin á vegin, ella hvør hevði mist oljuna.

Ein persónur var tikin á prutli norðanfyri, har tað vísti seg, at hann ikki hevði førararætt at koyra prutl, hóast hann hevði aldur til tað. Hann fær tí bót fyri tað, og viðkomandi, sum átti skutaran verður eisini skuldsettur.

Á vegamótinum Hvítanesvegur, Eystari Ringvegur, varð ein bilførari um midnáttarleitið tikin fyri at koyra um reytt ljós. Hann fekk bót fyri tað.