Oljurisi innivist á Kongabrúnni

Ein av treytunum fyri at kunna leita eftir olju á føroyska landgrunninum er, at oljufeløg skráseta seg í Føroyum og lata sítt virksemi ganga út frá Føroyum. Tvs. at feløgini skulu hava skrivstovur og fólk. Longu nú hava fleiri oljufeløg latið upp skrivstovur í Havn og hava í umbúnað at lata upp.

Stóra oljufelagið BP Amoco, eitt av slagskipunum í altjóða oljuvinnuni og avgjørt flaggskipið á Atlantsmótinum við tveimum framleiðandi oljufeltum, fer um stutta tíð at lata upp skrivstovu í Havn. Sosialurin skilur, at felagið skal hava gjørt sáttmála við Kristjan á Neystabø, sum eigur húsini á Skansavegi 1. Miðjað verður eftir at lata upp skrivstovuna 1. apríl. Hetta hava vit tó ikki fingið váttað enn. Føroyskur umboðsmaður hjá BP Amoco er Hjarnar Djurhuus, fyrrv. stjóri í Shell.