Onki virkishús til sinnisveik

Tað er nú greitt, at fyribils verður onki virkishús, fountainhús, til sinnisveik í Føroyum.

Tað hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, gjørt greitt fyri Løgtinginum í dag.

Spurningurin er reistur herfyri, men Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, gjørdi greitt, at hetta er ikki hansara málsøki.

Tí hevur Sirið Stenberg, tingkvinna, spurt, um nakað hendir í málinum.

Annika Olsen segði, at hon hevði ætlað at játta pening til eitt slíkt hús næsta ár, men tá ið avtornaði, var ikki ráð til tað á fíggjarlógini, tí hon hevur raðfest barnahús, barnaumboðsmann, dagtilhald til eldri og annað.

Men hon gjørdi samstundis greitt, at hon heldur, at hetta er eitt rættiliga átrokandi mál. Tí er hetta ein spurningur, hon arbeiðir víðari við og at hon fer at fáa fleiri partar at samvirka so at eitt slíkt hús kann gerast veruleiki.

Men eitt, sum tey eisini skulu kanna, er um eitt slíkt hús ikki kann rekast bíligari enn tær 2,7 milliónirnar, sum eitt føroyskt upplegg um eitt slíkt virkishús, sigur, at tað fer at kosta.

Annika Olsen hevur verið í Álandi fyri stuttum og har var hon inni í einum slíkum virkishúsi fyri sinnisveik, har pláss var fyri 20 fólkum, men tað kostaði bara eina millión um árið at reka.

Men hon heldur somuleilis, at hóast landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur víst málið frá sær, eigur hann at vera við og taka eitt tak fyri at eitt slíkt hús kann verða sett á stovn, tí tað verður neyðugt at samstarva tvørtur um aðalráðini.

Sirið Stenberg er vónbrotin, av eitt slíkt virkishús ikki verður sett í verk nú, tí tað kann forða fyri, at nógv sinnisveik verða løgd inn á sjúkrahús og tað er nógv dýrari. Men hon fegnast kortini um, at arbeitt verður við málinum.