info
Ongi úrslit

Onkrir partrolarar gera góð hál

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap í løtuni. Teir eru báðir norðanfyri og koma helst inn at landa mánadagin.

Vilmund Jacobsen
17. september 2021 kl. 21:49

Í løtuni eru flestu partrolarapør til fiskiskap. Skipini fiska upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

- Fiskiskapurin er smáligur, men okkurt par hevur okkurt gott hál av og á, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Teir fiska kongafisk. Ein annar djúpvatnstrolari, sum plagar at vera til fiskiskap, liggur í løtuni við bryggju.

Sagt verður, at djúpvatnstrolarin, sum fiskar kongafisk, helst kemur inn at landa miðskeiðis í næstu viku.

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap í løtuni. Teir eru báðir norðanfyri, og helst koma báðir inn at landa mánadagin.

- Trolbátarnir fáa mest av toski og hýsu - og so nakað av flatfiski, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Tvey garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva. Tey hava smáligan fiskiskap og koma helst inn at landa síðst í næstu viku.

- Í løtuni fiskar eitt garnaskip havtasku. Teir hava brúkiligan fiskiskap og koma helst inn at landa miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Ítróttur

Myndir: WDF Europe Cup 2026 við Tjarnir

26 minuttir síðan
Hondbóltur

European League: Allan og Bjarni vunnu á Magnusi Árasyni

35 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyskur skald­søgu­klass­ik­ari verð­ur giv­in út í USA og Bretlandi

57 minuttir síðan
Tíðindi

Tjørnuvíkingar hava eisini rætt til eina trygga farleið

1 tími síðan
Tíðindi

Jenis vil hava ferð á kann­ing av mat­vøru­prísum

2 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Teis og liðfelagarnir vunnu á útivølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar vóru mest sum skrædd­ar sund­ur í Mol­dova

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fann ongar bumbur í vørubilum við bretska flogstøð

3 tímar síðan
Fótbóltur

U21 EM: Ísland smurdi Sveis av - Føroyar kunnu enn røkka øðrum plássinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Hálvt liðið er skift út

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava trygga loysn við Streymin

5 tímar síðan
Tíðindi

Seks deyð í flogvanlukku í Russlandi

6 tímar síðan