Føroyska U17-gentulandsliðið í hondbólti tapti annan dystin í EM-undankappingini á heimavølli við Tjarnir.
Í kvøld gjørdist talan um 17-21 tapti fyri Íslandi, ið var á odda 12-10 í steðginum.
Fyrr í dag vann Turkaland 28-23 (12-10) á Ísrael.
Tað merkir, at undan seinasta umfarinum í morgin hevur Ísland fýra stig, Føroyar og Turkaland hava tvey stig hvør, meðan Ísrael er aftast við ongum stigi.
Í morgin klokkan 17 spæla Føroyar ein dyst móti Turkalandi um annað plássið, ið gevur atgongd til U18 EM-endaspælið komandi summar. Føroyar hava málmunin minus tvey, meðan Turkaland hevur málmunin minus 10. Tí standa Føroyar seg við javnleiki.
Tvey tey ovastu liðini í bólkinum vinna seg til U18 EM-endaspælið.
Ísland og Ísrael spæla klokkan 14.30 í morgin. Ísland hevur vunnið bæði á Føroyum og Turkalandi, og tí endar Ísland ovast óannsæð hvussu tað gongst móti Ísrael í morgin.
Málskjúttar: Gyða Beate Djónadóttir 3, Hanna Thomsen 3, Poulina á Heygum 3, Andrea Heinadóttir 2, Karin Signhildardóttir 2, Fía Nolsøe 2, Lea Traber Olsen 1, Olivia Kristiansen 1.