92 tinglimir úr bretska stjórnarflokkinum Labour leggja nú hart trýst á forsætisráðharran, Andy Burnham, fyri at fáa hann at steðga útbyggingini av stóra olju- og gassfeltinum Rosebank.
Feltið liggur bert fáar kilometrar úr føroyska markinum.
Hetta skriva bæði skotskir og bretskir miðlar í dag, eitt nú STV News og BBC.
Rosebank-feltið er størsta óútbygda olju- og gassfeltið í bretskum øki, og har feltið liggur nærmast føroyska markinum, er talan bert um einar átta kilometrar - eitt vet meira enn teinurin úr Havn til Nólsoyar.
Miðdepilin í Rosebank-feltinum liggur einar 96 fjórðingar úr Suðuroynni.
Í einum brævi til Andy Burnham, forsætisráðharra, mæla teir 92 tinglimirnir staðiliga frá at geva grønt ljós til verkætlanina.
Teir vísa á, at eitt loyvi til Rosebank fer at skaða veðurlagstrúvirðið hjá Bretlandi.
Haraftrat føra atfinnararnir fram, at oljan verður seld á altjóða marknaðinum og tí fer hon ikki at lætta um orkuprísirnar hjá bretskum húsarhaldum, samstundis sum skattainntøkurnar til bretska statskassan verða avmarkaðar.
Fleiri yngri ráðharrar hava enntá hótt við at leggja frá sær, um verkætlanin verður góðkend.
Hinvegin eru umleið 80 aðrir tinglimir í Labour – serliga úr Skotlandi – og fíggjarmálaráðharrin, John Healey, fyri útbyggingini. Teir ávara um, at ein sýtan fer at kosta túsundtals arbeiðspláss í skotsku oljuvinnuni.
Endaliga avgerðin liggur hjá orkumálaráðharranum, Miattu Fahnbulleh, sum væntast at taka støðu innan árslok, vita STV News og BBC at siga.