Í nýggju fíggjarætlanini fyri 2027 eru 26,62 milliónir krónur settar av til nettoíløgur.
Millum økini, sum verða raðfest, eru barnaansing, skúlar, ítróttur, miðbýarmenning, grønt orkuskifti og havnaviðurskifti.
Fíggjarligu høvuðstølini fyri 2027 eru:
Milliónir krónur | |
|---|---|
Skattir og flytingar | 108,23 |
Rakstur og rentur | 103,20 |
Rakstraravlop | 5,03 |
Nettoíløgur | 26,62 |
RLÚ-úrslit | −21,59 |
Mett nettoskuld við árslok | 59,49 |
Mett verður, at skuldarlutfallið við árslok 2027 verður 52,7 prosent. Málsetningurin hjá kommununi er annars at halda nettoskuldini innan fyri 50 prosent av einari álíkning.