Orðaskifti og lesarabrøv

So leingi Sosialurin og onnur føroysk bløð hava verið til hava hesi hýst lesarabrøvum og viðmerkingum frá lesarum. Hetta hevur verið og er ein týðandi partur av fólkaræðinum ? rætturin til at siga sína hugsan um samfelagsmál og fáa hesa á prent.

Fyri nøkrum árum síðani gjørdu vit her á blaðnum av ikki at prenta lesarabrøv við dulnevni undir. Ymsar eru meiningarnar um hesa avgerð. Men vit hava so hildið og halda tað framvegis, at fólk, sum skriva lesarabrøv, eiga at seta sítt kristna navn undir. Tað hevur so eisini víst seg, at hóast hesa nýggju treyt, so fækka brøvini ikki. Tvørturímóti hava vit seinastu árini sæð, at fleiri og fleiri lesarar taka lut í orðaskiftinum. Tað hevur so heldur ikki verið nakar trupulleiki at sannføra fólk, sum av gomlum vana hava sent brøv við dulnevni undir, um kortini at seta sítt fulla navn undir, nú mannagongdin er broytt. So talan er eisini um eina tilvenjing.

Tað er okkara sannføring, at hetta var ein røtt avgerð. Og tí verður heldur ikki farið aftur til gamla siðin ella óskykkin at prenta dulnevnd lesarabrøv. At kappingarneytar framhaldandi gera tað er so teirra søk.

Lesarabrøvini, viðmerkingarnar og nú eisini nýggja forummið í blaðnum "Tinghellan" skulu vera við til at fylla út karmanar í demokratiinum: at hava eitt livandi og breitt orðaskifti. Hetta raðfesta vit høgt, men samtíðis mugu vit koma við einum hjartasuffi. Tað eru tey alinlongu lesarabrøvini. Hóast tað greitt verður tilskilað í blaðnum, at lesarabrøvini mugu ikki vera ov long, so fáa vit kortini lesarabrøv og viðmerkingar, sum fylla upp í eina ella tvær síður í blaðnum. Tað sigur seg sjálvt at koma fleiri slíkar viðmeringar um somu tíð, og tað gera tað oftani, so kemur proppur í. Vit hava rætt og slætt ikki rúmd nokk fyri at hýsa fleiri av hesum viðmerkingunum, sum fylla heilar síður og entá opnur. Tað er heldur ikki lesivinarligur lesnaðar, tá tað fyllur so nógv. Vit fáa eisini nógvar klagur, tá hesi longu innleggini koma í blaðið ferð eftir ferð.

Tí fara vit enn einaferð at gera vart við - og tað á hesum stað - at lesarabrøv og viðmerkingar skulu ikki fylla meira enn góð 4000 tekn fyri at koma við. Eru innleggini nógv longri koma tey antin seinni í blaðið, verða stytt ella koma als ikki í. Vil lesarin tí tryggja sær at fáa sínar viðmerkingar í blaðið beinanvegin má hann hugsa um longdina. Tað er so eisini okkara rættur og skylda at stytta long innlegg, men best er um sendarin sjálvur skrivar stutt og greitt.

Verða innsendu meiningarnar einans sendar til okkara, og eru tær av slíkum slag og at tær kunnu takast við í Tinghelluna ella sum kronikk í Vinnusíðunum, Bókasíðunum ol. serstøkum forum í blaðnum, so verður sjálvandi mett um tann møguleikan eisini. Tá eru krøvini til longd nakað øðrvísi tó at tey heilt longu innleggini ikki fáa fyrsta prioritet.

Fyri at gera tað lættari fyri allar partar skulu vit hervið heita á tey mongu góðu fólk kring landið, sum ynskja at luttaka í almenna orðaskiftinum, um at gera hetta stutt. Tey, sum ikki klára at halda seg til hesar reglur, mugu so rokna við, at longu innleggini fáa seinni ella øðrvísi raðfesting. Við vón um framhaldandi gott orðaskifti.

Sosialurin