Tað er møti í Kelduni. Vit eru fyrst í september mánaði 2004, og vígslan av hesum stóra samkomubygninginum er á skránni hetta vikuskiftið.
Nógv arbeiðið er lagt í at fyrireika og skipa alt so væl, tí bæði gestir úr Føroyum og útlondum eru komnir til vígsluna.
Talarar, kokkar og mong onnur hava havt úr at gera hesar dagarnar við fyrireikingini. Men tað vóru onnur, sum eisini vóru í sving hesa tíðina.
Úti á Strondum gekk ein ung kvinna við einum í huga: - Eg ynski at gera ein sang til hesa vígsluna. Hann skal verða mítt íkast til hátíðarhaldið.
Sangurin kom til hana, bæði í orðum og lagi, og á vígsluhátíðini varð hann framførdur til stóra gleði fyri tey hundraðtals fólkini sum vóru í Kelduni hetta vikuskiftið. Sangurin Reis teg upp var gávan hjá Lisu Frederiksberg til samkomu sína við hetta høvið.
Hesin sangurin hevur síðani gingið sína sigursgongd kring landið, tí tað er neyvan dagur at hann ikki verður spældur á onkrari av teimum trimum útvarpsrásunum.
Hann er ikki vorðin minni spældur kring landið, nú Lisa Frederiksberg hevur givið hann út á fløguni við sama navni.
- Kann hesin sangurin og fløgan verða til troyst og gleði fyri onkran, so var hon ikki givin út til fánýtis, sigur Lisa Frederiksberg.
Tók sín tíð
Sangur hevur altíð havt nógv at siga í lívinum hjá Lisu. Og hugskotið at geva út eina fløgu er tí heldur ikki nýtt.
- Alt tað sum eg kann minnast, so havi eg sungið. Og so líðandi gjørdist hetta líkasum ein partur av míni andaligu tænastu, greiðir Lisa frá.
Hon var við á fløguni sum Keldan gav út fyri árum síðani við heitinum Í Guds faðirs hjarta, men sjálv hevur hon ikki givið út nakra fløgu áður.
Ikki fyrrenn í farna mánaði:
- Hetta hevur verið ein dreymur hjá mær í langa tíð. Men um somu tíð visti eg, at hetta var bæði kostnaðarmikið og ikki minst tíðarkrevjandi.
- Tí tók tað sína tíð at fáa hesa fløguna út, sigur Lisa.
Hon hevur verið virkin sangari í samkomuni, og hevur fleiri ferðir fingið fyrispurningar frá fólki um, hví hon ikki gav eina fløgu út.
Tað hevur tikið sína tíð at koma so langt, og hetta seinasta árið hevur tann komandi fløgan staðið ovarlaga í hugaheimi hennara.
Fyrr í ár var hon so í studio hjá JakZak í Havn, meðan tónleikurin er framleiddur í studio í USA.
Fann gamlan tekst
Á fløguni eru sangir, sum onnur hava skrivað, men eisini sangir sum Lisa sjálv hevur skrivað. Onkrir eru skrivaðir í nýggjari tíð, meðan onkur teirra er av munandi eldri dato.
Ein av hesum heldur eldru sangunum er sangurin Ungur á Guds vegi, sum hon kom fram á fyri eini tíð síðani.
- Eg havi av og á fest okkurt á blað, men hesin sangurin og lagið til hann, - tey er í øllum førum rættiliga gomul.
- Ja, tey vóru í veruleikanum so gomul, at eg ikki mintist til lagið!, greiðir Lisa brosandi frá.
Hon kom fram á sangin ein dagin, hon hugdi í sangmappuna, sum hon plagar at brúka, tá hon syngur til møtir og aðrastaðni.
- Orðini vóru har. Men lagið, - tað var bara vekk!
Henni dámdi kortini orðini væl, tá hon las tey ígjøgnum aftur so mong ár seinni. Tíbetur, kom eitt nýtt lag fram fyri hana, og er hetta lagið sum finst á nýggju fløguni.
Lurtar tú eftir fløguni ber til at staðfesta, at hetta lagið er helst ikki verri enn hitt fyrra!!
Orðini sjungaðu
Høvuðssangurin á fløguni er kortini hann, sum fløgan eitur eftir og sum tey flestu helst samantvinna við navnið Lisa Frederiksberg Reis teg upp.
Hugskotið til henda sangin fekk Lisa, tá tann nýggja Keldan varð tikin í nýtslu fyri tveimum árum síðani, í september mánaðin 2004.
Hon ynskti her at geva samkomuni ein sang í sambandi við henda stóra dagin. Og hetta gjørdist sostatt hennara íkast til vígsluna av Kelduni.
- Tað ljóðar kanska eitt sindur undarligt, men eg bað altso Gud um at geva mær ein sang til vígsluna av Kelduni.
- Tja, eg veit ikki, men stutt eftir byrjaðu orðini at sjunga í høvdinum á mær reis teg upp, reis teg upp.
- Eg setti meg niður við eini diktafon, og so kom teksturin allur sum hann var og lagið eisini. Tað var ein serstøk løta, sigur Lisa.
At koma aftur
Høvuðssangurin á nýggju fløguni varð soleiðis sungin til vígsluna, sum útvarpsrásin Rás 2 eisini sendi beinleiðis frá.
Hann varð síðani festur á band, og hevur síðani verið nógv umbiðin av lurtarunum, og er nú at kalla vorðin fólkaogn.
- Orðini eru einføld, og eg trúgvi at nógv fólk kunnu seta seg inn í tað sum sangurin snýr seg um at lívið kann vera trupult og at Jesus kann tykjast langt burturi.
- Í slíkum umstøðum er gott at vita og hoyra at ein altíð kann koma aftur til Hansara. Hann er nær hjá hvørjum einstøkum!
Tá so fløgan kom uppá tal visti hon beinanvegin, at hetta skuldi eisini gerast heitið á fløguni: Reis teg upp.
Til troyst
Ein annar av sangunum á fløguni er sangurin við tí gamla og kenda andaliga boðskapinum Vend nú við. Hesin sangurin hevur eisini sína søgu.
- Tá eg avgjørdi at geva eina fløgu út, vildi eg fegin hava eitt nýtt lag við á hana.
- Eg royndi at finna fram til okkurt, men har kom barasta einki. Ikki fyrrenn hetta eina kvøldið í Kelduni, greiðir Lisa frá.
Hetta kvøldið skuldi hon leiða eitt møti í samkomuni. Fyrr um dagin kom hon fram til orðini og lagið til sjálvt niðurlagið ella kórið. Men spurningurin var kortini, um hetta var nóg mikið til at brúka á hesum møtinum.
Hon ynskti at fáa eitt ella fleiri ørindi til sangin, men hetta kvøldið varð so bert niðurlagið sungið. Seinni komu so tey trý ørindini til henda sangin, sum nú er at hoyra á fløguni.
- Fólk hava sagt mær, at tey hava lurtað eftir fløguni við gleði. Tað er sum um orðini eru góð og løtt at syngja hjá teimum.
- Kann fløgan verða til uppmuntran, troyst og gleði fyri onkran, so var hon ikki givin út til fánýtis, sigur Lisa.
myndir
Reis teg upp
Orð & lag: Lisa Frederiksberg
Tú so mangan hevur ynskt, at lívið meira einfalt var
Mangar gerðirnar tú gjørdi, so skeivar vóru tær.
So nógv lættari tað vildi verið, at liva honum lýðin.
Men Jesus hevur loysnina hjá tær.
Tá ið Jesus gekk á foldum, gjørdi væl og grøddi øll.
Mangan ynskti tú, hann gekk her niðri og flutti tíni fjøll.
Men eg skal heilsa tær mín vinur, at hann er ímillum okkum.
Men reisa teg, ja, tað mást sjálvur tú.
Kór:
Reis teg upp, reis teg upp.
Harrin ynskir hjálpa tær og vera tær so nær.
Reis teg upp, reis teg upp.
Lat ikki fallið verða grøvina hjá tær.
Tú skalt vita tað mín vinur, Jesus ynskir tær alt gott.
Tú skalt ganga trygt á degi, og tú hvíla skalt á nátt.
Gev nú Jesusi títt hjarta, vel at fylgja honum altíð.
Úr fallinum til sigur kemur tú.