Fólkamynstrið í Evropa í dag er soleiðis, at vit hava als ikki ráð til ikki at taka ímóti flóttafólki og øðrum tilflytarum til lond okkara, segði Jeff Fountain, serkønur í søgu og siðsøgu, í herfyri vitjaði í Føroyum.
Hann vísir á, at burðartølini í stórum partum av Evropa eru so lág, at fólkatalið í hesum londum hevði minkað, um tað ikki var fyri tilflytingina. Um tvey pør fáa eitt barn hvør, og hesi bæði børnini finna saman og fáa eitt barn, so eru vit eftir einans tveimum ættarliðum, farin úr fýra einstaklingum til ein persón, greiðir Jeff Fountain frá og vísir á, at einki samfelag kann verða burðardygt við so lágum burðartølum.
- Vælferðarsamfelag okkara í vesturheiminum og Evropa er soleiðis sett saman, at okkum tøvrar eina ávisa arbeiðarafjøld. Okkum tørvar eina ávísa skattainntøku. Og um vit ikki vilja gera hesar arbeiðararnar sjálvi, so mugu vit innflyta teir, sigur Jeff Fountain.
Jeff Fountain ásannar, at nógv óttast eina innrás av muslimum til Evropa, men hann vísir á, at hesin óttin í stóran mun er yvirdrivin.
- Eingin ivi er um, at tilflytingin skapar avbjóðingar í teimum samfeløgunum, sum tilflytarar koma til, men møguleikarnir eru eisini stórir, sigur hann.
Hann sigur, at fólk ofta gerast ovfarin, tá hann fortelur teimum, at muslimar ikki eru so stórur partur av íbúgvunum í evropisku londunum, sum ofta verður hildið.
- Í Fraklandi telja muslimar um 7 prosent av fólkinum, Í Hollandi 5 prosent og í Stórabretlandi 3 prosent. Av teimum er einans ein evarska lítil minniluti radikalir muslimar, men tíverri, so eru tað altíð fólk, ið eru til reiðar at trúgva tað ringasta um onnur. Tískil tykist ávirkanin hjá radikalu muslimunum at vera størri enn hon í veruleikanum er, sigur hann.
Víðari fortelur hann, at einans ein av tíggju flóttafólkum, ið leita sær til Evropa, eru virknir muslimar, meðan fimm av tíggju eru virknir kirkjulimir. Hetta er eisini galdandi fyri flóttafólk úr Afrika.
- Alla staðni í Evropa er nýtt lív komið í kirkjur og samkomur, so hvørt sum tilflytarar byrja at fylla kirkjurnar, greiðir Jeff Fountain frá.
- Tað týdningarmikla er, at serliga tey kristnu í londunum tey koma til, taka ímóti teimum í kærleika og sannleika, ikki við ósannindum og haturi. Vit skulu byggja brýr, ikki borgir, sigur hann at enda.