Tvær av nývaldu tingkvinnunum, Eyðdis Hartman Niclasen úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Tjóðveldi

Ov fáar kvinnur vórðu valdar á ting

Umboðanin av kvinnum á Løgtingi lýkur ikki ásetingarnar í javnstøðulógini

Tvær av nývaldu tingkvinnunum, Eyðdis Hartman Niclasen úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Tjóðveldi

Hóast uppstillingin hjá øllum sjey flokkunum til samans akkurát leyk ásetingarnar í javnstøðulógini, at tað í minsta lagi skulu vera 40 prosent av hvørjum kyni umboðað, so gjørdist úrsltið løgtingsvalinum øðrvísi.

 

 

 

Hóast 40,2 prosent av valevnunum vóru kvinnur, so umboða kvinnurnar í nýggja Løgtinginum bara 33,5 prosent. Menninir umboða hinvegin 66,5 prosent.

 

 

 

Val og uppstilling til Løgtingið er sum kunnugt ikki fevnt av javnstøðulógini. Men vit kunnu staðfesta, at hóast uppstillingin leyk treytirnar í javnstøðulógini, so vildu veljararnir í Føroyum tað øðrvísi.

 

 

 

10 kvinnur sita í nýggja løgtinginu. Tær eru eru:

 

 

 

 

1

 
 

Ruth Vang

 
 

981 atkvøður

 
 

2

 
 

Ingilín D. Strøm

 
 

787 atkvøður

 
 

3

 
 

Bjørt Samuelsen

 
 

759 atkvøður

 
 

4

 
 

Sirið Stenberg

 
 

457 atkvøður

 
 

5

 
 

Eyðgunn Samuelsen

 
 

405 atkvøður

 
 

6

 
 

Hervør Pálsdóttir

 
 

376 atkvøður

 
 

7

 
 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsd.

 
 

374 atkvøður

 
 

8

 
 

Eyðdis Hartmann Niclasen

 
 

347 atkvøður

 
 

9

 
 

Annika Olsen

 
 

335 atkvøður

 
 

10

 
 

Margit Stórá

 
 

305 atkvøður

 

Tvær av nývaldu tingkvinnunum, Eyðdis Hartman Niclasen úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Tjóðveldi