Ovastin hjá ferðsluløgregluni í Rom hevur fingið sekkin. Eitt var, at hann hevði parkerað sín egna bil ólógliga, men verri var, at innan fyri rútin á bilinum hevði hann lagt eitt skelti, sum segði frá, at ein bileigarin var rørslutarnaður og tí hevði ávís serrættindi til parkering. Ein 86 ára gomul kona hevði átt skeltið, men tað vísti seg at vera útgingið. Ovastin hevur viðgingið seg sekan og hevur fingið sekkin, skrivar blaðið Il Messagero.