OYN MASKINTEKNIKARI TIL OY
Vilt tú hava ábyrgd av okkara tappilínu og teknisku útgerð?
Vit í OY leita eftir einum røskum og tekniskt áhugaðum starvsfelaga til okkara framleiðslu.
Sum maskinteknikari verður tú ein týdningarmikil partur av okkara dagliga rakstri. Tú kemur at hava høvuðsábyrgd av tappilínuni og øðrum maskinum í framleiðsluni, og tú skalt tryggja, at útgerðin altíð er væl røkt og koyrir so væl sum gjørligt.
ARBEIÐSUPPGÁVUR
Tínar høvuðsuppgávur verða m.a.:
- Dagligt eftirlit, røkt og viðlíkahald av tappilínuni og øðrum maskinum
- At tryggja, at framleiðslan koyrir støðugt og effektivt
- At bíleggja, keypa eykalutir og annað, sum er neyðugt til maskinurnar
- At samstarva tætt við framleiðslutoymið
- At vera við til at menna og betra arbeiðsgongdir og viðlíkahald
- At tryggja, at arbeiðið verður gjørt á ein tryggan og røknan hátt
VIT LEITA EFTIR TÆR, SUM
- Hevur góðan tekniskan áhuga og dámar at arbeiða við maskinum
- Er røkin, ábyrgdarfullur og sjálvstøðugur
- Hevur gott eyga fyri tekniskum trupulleikum
- Dugir at arbeiða skipað og hevur gott yvirlit
- Dugir væl at samstarva við onnur
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur tekniska útbúgving ella royndir innan mekanikk, maskinviðlíkahald, framleiðslu ella líknandi. Tað er tó ikki ein tørvur. Men tað týdningarmesta fyri okkum er, at tú hevur rætta hugburðin, ert arbeiðssamur og hevur áhuga í at fáa maskinurnar at koyra.
EITT FJØLBROYTT OG ÁBYRGDARFULT STARV
Vit bjóða tær eitt spennandi starv í einum bryggjaríi, har eingin dagur er heilt eins. Tú fært stóran leiklut í okkara framleiðslu og møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við ábyrgd fyri okkara teknisku útgerð.
Tú verður partur av einum dugnaligum og hugnaligum toymi, har vit leggja dent á gott samstarv, góðsku og at fáa tingini at rigga.
Starvsstaður: Falkavegur 4, Tórshavn
Starvsbrøkur: Fulltíðarstarv
Starvsbyrjan: Eftir avtalu
Løn: Eftir avtalu
Umsóknarfreist: 24. august 2026
UMSÓKN
Hevur tú fleiri spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Óla Restorff Hansen, stjóra, á 782202.
Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast við telduposti til oli@oy.fo










