P/F Beta, Saltangará, letur virðisløn fyri besta rakstrarúrslitið:Gorpur, Skrápur, Munkur og Skúgvur stavn um stavn

Í nøgd og veiðivirði vóru Gorpur og Skrápur bestir, men tá ið saman um kom, høvdu Munkur og Skúgvur eitt vet betri rakstrarúrslit

FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen

Á hvørjum ári letur reiðaravirkið, P/F Beta í Saltangará, virðisløn til tær manningar hjá felagnum, sum kunnu vísa á besta rakstrarliga úrslitið í árinum, sum fer. Hetta hevur Beta gjørt í mong ár, og soleiðis var eisini undan jólum síðsta ár.
Olaf Olsen, reiðari, sigur, at teir plaga at skipa fyri eini lítlari samkomu á Hotel Hafnia, tá ið øll skipini hava verið seinasta túrin undan jólum.

Sera javnt
Bestir í nøgd og veiðivirði síðsta ár vóru skipini, Gorpur og Skrápur, sum ávikavist Ólavur Samuelsen á Toftum og Kjartan Egholm á Eiði føra. Skipini partrola.
Teir fiskaðu millum 3.100 og 3.200 tons og seldu fyri einar 23 milj. krónur. Sostatt skuldu hesar manningarnar átt virðislønina ? og fingu teir hana eisini.
? Men so tætt var millum skipini, at tá ið endaliga uppgerðin varð gjørd beint áðrenn samkomuna, vísti tað seg, at eitt annað par, Munkur og Skúgvur, høvdu eitt rakstrarúrslit, sum var eitt lítið vet betri, hóast teir høvdu minni veiðinøgd og lakari sølu. Teir høvdu nevniliga minni rakstrarútreiðslur.
Olaf Olsen vísir á, at hetta tó ikki var nakar trupulleiki.
? Skipari og manning á Gorpi og Skrápi fingu sína virðisløn, men eina slíka fær manningin á Munki og Skúgvi eisini. Teir, sum føra Munk og Skúgv, eru fuglfirðingurin, Eyðfinn Jacobsen og strandingurin, Kriss Poulsen, sum býr í Havn.

Ein »gularót«
Reiðarin leggur dent á, at skipari og manning á øllum átta skipunum gjørdu eitt gott arbeiði síðsta ár, so fyri tann skuld kundu allar manningarnar fingið sína virðisløn.
? Men hetta er so ein »gularót«, vit í fleiri ár hava latið skipara og manning á teimum skipum, sum kunnu vísa á besta rakstrarliga úrslitið, tá ið árið er úti.
Hesaferð fingu skipararnir eina vakra innrammaða træplátu við ymiskum knútum, og hvør av manningini fekk eisini eina gávu.
Olaf dylur ikki, at árið 2001 var eitt gott ár hjá skipunum, sum felagið eigur.
? Besta fiskiárið higartil var 1984; tá fiskaðu tey átta skipini, vit eiga, eini 200-300 tons fleiri enn síðsta ár, sum í nøgd er tað næstbesta árið.
Men samlaða avreiðingarvirði síðsta ár er tað besta nakrantíð, leggur hann aftrat.

Einki avgjørt
Nú P/F Beta byggir tveir nýggjar trolarar, sum skulu koma í staðin fyri tríggjar av gomlu Kuba-trolarunum, er enn ikki avgjørt, hvørji trý av teimum átta skipunum hjá felagnum verða tikin úr flotanum.
? Hetta fara vit at umhugsa ógvuliga gjølla, áðrenn endalig støða verður tikin, sigur reiðarin.
Spurdur, hvørjir skipararnir verða umborð á nýggju trolarunum, sigur Olaf Olsen, at tað er ikki alment kent enn.
? So, tað kann eg einki siga um í løtuni, sigur reiðarin.
P/F Beta eigur skipini, Gorp og Skráp, Munk og Skúgv, Trast og Skarv og Havhest og Græling, sum øll eru í vinnu.