Pelagiska kríggið – lobbyisman er sterk og lívfrøðin veik

Mánakvøldið klokkan 19 verður almennur fyrilestur við Óla Samró og Jens Christian Holst á Handils- og studentaskúlin á Kambsdali.

 

Teir báðir fara at røða um, hvussu lobbyisma og lívfrøði ávirka pelagiska kríggið i Norðuratlantshavinum.

 

Øll londini vilja hava meir, og øll meta tey seg fáa ov lítið. Jens Christian Holst er vorðin kendur, tí hann hevur bjóðað ICES og etableraðu havfrøðingunum av. Hann hevur arbeitt á “Havforskningsinstituttinum” í Bergen seinastu tjúgu árini og hevur alment boðað frá, at nógv meir av makreli skal fiskast, tí makrelurin oyðir bæði silda- og botnfiskastovnarnir í Norra.

 

»Fra overfiske til underfiske«er heitið á fyrilestrinum hjá Jens Christian Holst.

 

Óli Samró, fiskivinnugreinari, greinar spentu støðuna millum strandalondini:

 

· Kjarnan í stríðnum um sild og makrel

 

· Verður svartkjaftur tað næsta?

 

· Samstarvið millum Norra og ES

 

· Lobbyisma

 

Óli Samró hevur í meir enn tjúgu ár arbeitt við pelagiska kompleksinum eins og fiskivinnupolitikkinum í ES, og kennir hann flestu av lobbyistunum, sum arbeiða í krókunum í Brússel.

 

Á ráðstevnuni »Pelagisk Dag«, sum var í Ålesund mikudagin 21. august,  løgdu Jens Christian Holst og Óli Samró greiningarnar fram. Framløgurnar vaktu stóran ans í norsku fiskivinnupressuni.

 

Fundur verður sum sagt mánakvøldið 26. august klokkan 19 í samkomuhøllini á Handils- og Studentaskúlanum á Kambsdali. Fyrilestrarnir eru ókeypis, og tað er ikki neyðugt at tekna seg.