Klokkan er farin av tíggju, tá ið loyst verður frá landi hendan hósmorgunin.
Vit eru tilsamans 15 fólk umborð á skjóttgangandi skútuni hjá Palla Lamhauge í Vestmanna. Umframt myndamann og blaðfólk hevur eitt dansk ferðalag tekna seg til hesa ferðina, sum fer fram í fagrasta summarveðri.
Manningin á Silju telur tveir mans. Tað eru feðgarnir báðir Jákup Andrias, sum er skipari á ferðini og Palli sjálvur, sum er ferðaleiðari.
Tøgn um kapping
Silja smoyggir sær elegant uttanum kappingarneytan Barbaru, sum liggur og bíðar eftir ferðafólki við bátabrúgvarnar Inni á Fjørð. Longu áðrenn Jákup Andrias hevur fingið sett ferð á teir 750 hestarnar, sum fjala seg undir dekkinum á Silju, skilja vit, at kappingin er eitt viðbrekið mál í hesi vinnuni.
Hvussu vit enn tráðspyrja Palla, so vil hann ikki siga eitt einasta orð um kappingarneytan, Skúvadals-mennirnar. Ið hvussu so er ikki beinleiðis.
1999 var eitt metár til ferðafólk hjá Palla Lamhauge.
-Vit hava siglt støðugt fleiri fólk gjøgnum árini. Fjørárið var so nógv tað besta hjá okkum. Tá førdu vit eini 5.000 fólk undir Vestmannabjørgini og vit skulu ikki vænta, at talið verður so nógv størri, sigur Palli.
Tað ljóðar ikki so galið, tá hugsað verður um, at Palli Lamhauge hevur nógvar aðrar túrar eisini. Kortini letur hann illa at:
-Í mun til avrikið og íløguna gevur hetta alt ov lítið. Høvdu vit havt eini 14.000 fólk, so hevði mann liva av hesum. Men so nógv fólk fáa vit ikki, sigur Palli, sum sigur tað vera ótrúliga dýrt at reka bátsútferðir.
-Reklaman kostar og somuleiðis fólkini, sum tú samstarvar við, sigur Palli, sum heldur, at ein príshækking hevði broytt um støðuna.
-Høvdu vit kunna kravt 200 krónur fyri túrin so hevði tað verið øðrvísi. Men gera vit tað, bakka føroyingarnir út og so missa vit hinar gestirnar við, sigur reiðarin, sum greiðir frá, at tey flestu, sum fara undir bjørgini eru føroyingar og gestir hjá føroyingum.
Hann sigur tað ikki sjálvur.
Men millum reglurnar ber til at lesa, at hækkaðu báðir kapp-ingarneytarnir prísin í senn, so høvdu kundarnar kanska ikki rýmt kortini.
Byrjaði í 1955
Tá ið Slættanes er í eygsjón fer Palli út at afturdekkið at forklára. Á gøtudonskum greiðir hann frá teirri avtoftaðu bygdini norðast á Vágoynni. Fjáltur er eingin at hóma. Eftir nærum hálva øld í yrkinum virkar framførslan sum rein rutina.
Fyrstu ferð Palli fór at sigla ferðafólk eystur undir land var í 1955. Men tað var ikki fyrr enn í 1983, at siglingina gjørdist hansara høvuðsvinna um summarið. Palli trúði upp á hesa nýggju vinnu, sum var farin at taka dik á seg.
Fyrstu árini var stóri seksæringurin, Fríðgerð, einsamallur í flotanum hjá Palla, men í 1993 keypti hann sær ein 40 fót stóran rasarabát úr Svøríki.
Palli er errin av Silju, sum hann sigur var vald úr við størsta umhugsni. Báturin gongur 25 míl og skal vera ógvuliga sjógóður og lættur at manerera undir bjørgunum. Ein nýggjur bátur av hesum slagi kostar hálva triðju millión krónur, greiðir eigarin frá.
Flís av livibreyð num
Komin undir Vestmannabjørgini fáa ferðafólkini eina uppliving fyri tær 150 krónurnar, sum ein ferð undir Vestmannabjørgini kostar.
Tá síggja vit, at Halgisberg er lopið og at ein hola, sum Silja plagar at fara ígjøgnum er typt av omanlopinum. Sjógvurin er gráur og tað luktar av svávul.
Útlendsku gestirnir tykjast kortini rættiliga ónervaðir av dramatikinum, nú ein flís er farin av livibreyðnum hjá Palla. Palli sjálvur roynir at taka tað róligt:
-Men so segði Petur í Toftum: ?man går i fare hvor man går? skemtar hann. Men avdúkarí somu vend, at teir altíð hava eitt glas av nervatablettum standandi í bátinum.
Og tað er meira enn so komið fyri, at upplivingarnar undir bjørgunum hava verið so skakandi, at Palli hevur verið noyddur at givið fólki eina tablett at leggja undir tunguna aftaná.
Umstrídd verkfallssigling
Vestmannabjørgini eru ikki einasta álitið hjá Silju og Frígerð. Umframt teir almennu túrarnar verða leiguferðir gjørdar, bæði við ferðaløgum, kendum útlendskum gestum og fyri oljufeløg og skip.
Hendan siglingin er ein fortreyt fyri, at tað kann mala runt, slær Palli Lamhauge fast.
Palli er eisini kendur - og umstríddur - fyri at skjútsa fólk um Vestmannasund, tá ið tann almenna ferðslan liggur lamin av verkfalli. Sum hann sjálvur málber seg:
-Tað hevði verið ringt, um eingin Palli var.
Spurningurin er, um ferða-vinnan er so soltin biti, at Palli Lamhauge veruliga noyðist at ganga so vítt, sum at leggja seg út við føroysku fakfeløgini. Tí greitt er, at onkuntíð hevur leikað hart á millum partarnar.
-Eg eri ikki óklárur við nakran, tað veit guð. Nú haldi eg at tú gert nakað nógv av, skákar Palli sær undan.
-Nei, vit eru kammeratar. Teir vóru óalmindiliga fittir og plagdu at koyra meg heim til døgverða, tá ið verkfallið var, sigur hann og slær síðani málið frá sær:
-Nei, lat okkum snakka um okkurt annað.
Tey kendu selja
Ein plakat inni í stýrhúsinum á Silju fortelur um øll tey kendu fólkini, sum Palli og synirnir hava siglt millum ár og dag.
Millum teir forkunnugu gestirnar teljast Fríðrikur krúnprinsur, Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, amerikanski sendimaðurin í Keypmannahavn og kendar stjørnur Kim Larsen, Hanne Boel, Sissel Kirkjebø og Bjørn Afzelius, sáli.
Tey kendu nøvnini er ein týðandi liður í marknaðarføringini, sum verður framd í samstarvi við Ferðaráðið og flutningsfeløgini í føroysku ferðavinnuni.
-Ein ferð við Poul Nyrup og Jonathan Motzfeldt hevur stórt reklamuvirði, og tað sama kann sigast um krúnprinsin, sigur Palli og nikkar móti einum av sessunum:
-Tey vilja so fegin sleppa at sita har, sum prinsurin sat.
Harðir vestmenningar
Palli sigur frá fugli og fólk og hendingum, sum knýta seg at støðunum, siglt verður framvið.
Undir einum av einum av fuglabjørgunum, biðið Palli tey ferðandi leggja til merkis, at her er eingin keta, at lesa seg upp eftir.
-Så her klatrede man bare op uden kæde. Vi er nogle barske drenge vi færinger, ha? flennir Palli, og danirnir brosa fólkaliga aftur.
Einki er niðurskrivað og skemt er ein partur av undirhandinum.
Vestmenningar eru sum vera man høvuðleikarar í frásagnunum. Eisini henni, sum hann veit at siga frá, tá Silja nærkast Heygadrangi.
-Den yngste, der har klatret op på toppen var kun 13 år gammel. Han døde for 14 år siden som en gammel mand. Og selvfølgelig var hann....vestmenning.
-Ja, vi er helt anderledes, sigur Palli við einum skálkabrosi.
Fyri nøkrum árum síðani var Jens Lunøe, dómari í Heygadrangsmálinum við undir Vestmannabjørgunum. Á hesi ferð fekk danski dómarin eina minniliga uppliving, minnist Palli:
-Meðan siglt verður eystureftir spyr dómarin um vit fara at síggja Heygdrang. Jú jú, sigi eg, og tá vit so koma higar spyr hann: ?Kan jeg få lov til at lægge hånden på den?. Vit løgdu so at dranginum, so at dómarin slapp at leggja hondina á hann.
Størri bátar
Sambært Palla Lamhauge er føroyska veðurlagið ein tann størsta forðingin fyri at sigla við ferðafólki í Føroyum.
-Tað er óalmindiliga ringt at skipa fyri bátsferðum, tí veðrið er so ónattúrliga skiftandi. Fólk telefaxa við boðum um, at tey vilja undir Vestmannabjørgini ella í Mikines eina ávísa klokkutíð ein ávísan dag. Tað er hopleyst hjá okkum at leggja til rættis, tí veðrið broytist so skjótt báðar vegir, sigur Palli.
-Hjá summum miseydnast ferian fullkomiliga av veðri, sigur hann.
Palli Lamhauge heldur, at bátarnir, sum sigla við ferðafólki eru ov smáir. Tískil umhugsar hann í løtuni, at útvega sær ein størri skjóttgangandi bát.
-Vit skuldu havt stórar bátar, sum tóku eini 70 fólk. Silja tekur 25 fólk og tað er ov lítið. Bert at dúva upp á Vestmannabjørgini; tað er alt ov lítið, slær Palli fast.
-Vit mugu royna at koma víðari og gera longri túrar, sum geva meira pengar. Tað kann eisini vera so ótrúliga kalt umborð á einum opnum báti, sigur Palli, sum heldur, at tað eisini átti at borið til at gjørt útferðir við teimum, sum koma til landið við fremmandum ferðaskipum.
T.v.s størri bátar og dýrari ferðaseðlar -tað er framtíðin?
-Ja, tað haldi eg.
Varin optimistur
-Det var det. Fint. Så sejler vi igen!
Góðan hálvan annan tíma eftir at vit loystu frá landi og fleiri søgur seinni um bjargamenn ?med ketsjer i hånden? er ein hendingarík ferð undir Vestmannabjørgunum at enda komin.
Á veg aftur til Vestmanna spyrja vit Palla um útlitini í ferðavinnuni. Hann heldur, at spádómarnir fyri nøkrum árum síðani vóru ov bjartskygdir. 50.000 ferðafólk var ov høgt mett. 21.000 fólk - sum tann seinasta kanningin í vetur vísti - er nærri veruleikanum, heldur hann:
Ferðavinnurnar lutur at selja Føroyar sum ferðamannaland liggur ið hvussu so er ikki ligið eftir, heldur hann:
-Tað verður gjørt eitt veldugt arbeiði, bæði av Ferðaráðnum og flutningsfeløgunum. Tað er púra vist, sigur Palli, sum hevur alt gott at bera samstarvinum í ferðavinnuni.
Hinvegin heldur hann, at politikararnir saktans kundu sett meira pening av til ferðavinnuna.
-Tað kostar øgiliga nógv at reka hesa vinnuna, og ikki minst reklaman er øgiliga dýr.
Tá vit spyrja, um útlit eru fyri at ferðavinnan kann gerast ein týdningarmikil táttur í føroyska búskapinum verður Palli varin. Enn einaferð.
-Eg veit ikki. Tað veit guð í himlinum situr, eg veit ikki. Eg trúgvi ikki at mann fer at tjena nógvar pengar upp á ferðavinnuna í Føroyum.
Hvussu er og ikki.
Palli Lamhauge hevur ið hvussu so er stórar ætlanir fyri framtíðina.