Pensjónistar skulu fáa alla hækkingina

Men nú verður enn verri hjá pensjónistunum í Føroyum

- Ístaðin fyri at frysta donsku ríkisveitingina fasta, eigur øll hækkingin at verða løgd oman á fólkapensjónina.

 

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

 

Sum er, verður danska ríkisveitingin til Føroyar prístalsviðgjørd, so at hon hækkar sjálvvirkandi á hvørjum ári, alt eftir, hvussu prísgongdin í samfelagnum er.

 

Men nú hevur samgongan gjørt av at avtaka prístalsviðgerðina og tað mælir Kaj Leo Holm Johannesen, staðiliga frá. Hann mælir heldur til, at prístalsviðgerðin ikki verður strikað.

 

Hinvegin mælir hann til, at øll prístalsviðgerðin verður markað til at at hækka fólkapensjónina við, so at fólkapensjónistar altíð eru tryggjaðir, at pensjónin hækkar, so hvørt, prísirnir hækka.

 

Hann heldur, at tað eiga flokkarnir á Løgtingið at gera eina semju um, heldur enn at strika prístalsviðgerðina.

 

Hann sigur, at í hesi næstu 10 árini verður talan um einar 224 milliónir krónur, sum uttan iva høvdu komið sera væl við hjá pensjónistum í Føroyum.