Pensjónistarnir snýttir fyri prísjavning av Samhaldsfasta

Allir lønarbólkar hava fingið ein munandi lønarvøkstur í mun til ógvusliga prísvøksturin (inflatión), men hetta er ikki galdandi fyri pensjónistarnar.

Stýrið fyri AMEG (Samhaldsfasta) kunngjørdi í september í 2024, at mánaðargjaldið til pensjónistarnar hækkar við 130 kr. um mánaðin í 2025, tvs. úr kr. 6.325 til kr. 6.455 um mánaðin.

 

Hækkingin skuldi av røttum verið útvið 3 ferðir størri tvs. kr. 328 pr. mánað fyri at samsvara við prísvøkstrinum í tíðarskeiðnum nov. 2021 til aug. 2024.

 

Í nov. 2021 var prístalið 125,8 sambært Hagstovuni, og í aug. 2024 var prístalið 143,3. Við grundarlag í prísvøkstrinum í hesum tíðarskeiðið, eigur mánaðarliga útgjaldið í 2025 at verða sett til kr. 6.783 pr. mánað, tvs. ein mánaðarlig hækking við kr. 328 og ikki einans kr. 130, sum stýrið hevur samtykt. Henda hækking umfatar bert eina prísstilling, og ein verulig hækking av útgjaldinum eigur eisini at koma afturat.

 

Enn einaferð má eisini minnast á, at grunnurin er ogn hjá løntakaranum og løntakarans inngjald er skattað við inngjald og verður aftur skattað við útgjald, tvs. ein fúl dupultskatting, og sum betrar um haldføri hjá bæði landi og kommunum, men ikki hjá pensjónistum.

 

Í 2024 verður metti skatturin av útgjaldinum frá Samhaldsfasta umleið 250 mill. kr., og í 2025 er hann mettur til umleið 277 mill. kr. og munar sostatt sera gott hjá landi og kommunum.

 

Heitt verður á stýrið fyri AMEG um, at endurskoða útgjaldið fyri 2025, soleiðis at tað í minsta lagi verður prísjavnað sambært prísvøksturin frá nov. 21 til aug. 24. Samstundis heitir Landsfelag Pensjónista á Landsstýrið um at avtaka dupultskattingina, tvs. skattafrítt inngjald til Samhaldsfasta ella skattafrítt útgjald úr Samhaldfasta.

 

v. Landsfelag Pensjónista

 

Beate L. Samuelsen, forkvinna