Peter Crouch eigur besta saksaran

Hann fekk góða hjálpa at vinna á Ronaldo og Bale

Peter Crouch eigur besta saksaran í Champions League. Tað hevur ein atkvøðugreiðsla hjá UEFA staðfest, eftir at lesararnir á Twitter fingu møguleikan at velja millum fýra framúr saksaspark.

Møguleikarnir vóru Cristiano Ronaldo við Real Madrid móti Juventus í 2018, Gareth Bale í Champions League finaluni móti Liverpool í fjør, Mario Mandžukić í Champions League finaluni í 2017 og so Peter Crouch, sum í 2006 við einum hálvum saksasparki skoraði fyri Liverpool móti Galatasaray.

Tey flestu munnu halda, at serliga tvey tey fyrstu boðini eru í einum flokki fyri seg. Men tá talan er um atkvøðugreiðslur, so kann alt henda. Peter Crouch, sum í dag er minst líka kendur uttanfyri vøllin, har hann hevur klummur, podcast og undirheldur, fekk forpurrað alt.

Í einum aftursvarið til atkvøðugreiðsluna helt Peter Crouch fyri, at hinir tríggir hava vunnið so nógv, at hetta kunnu fólk unna honum at vinna. Og tað gjørdu tey, tí klantrasligi onglendingurin, sum er næstan tveir metrar høgur, vann atkvøðugreiðsluna. Hann fekk 54 prosent av atkvøðunum, meðan eitt nú Cristiano Ronaldo bara fekk 26 prosent.

Málið hjá Cristiano Ronaldo sæst við at trýsta HER

Cristiano Ronaldo hevur sjálvandi nógv fleiri fylgjarar á sosialu miðlunum, men í hesum førinum var Peter Crouch snildari og fór avstað við sigrinum. Helst hevur Cristiano Ronaldo onnur ting at gera, enn at svara til á Twitter.

Peter Crouch er í dag 38 ára gamal og spælir enn í Premier League. Nú spælir hann við Burnley og er sum heild ein væl lýddur maður í Onglandi, har hann er sjónligur í miðlaheiminum.