Petur Oluf Joensen er útbúgvin farmaseutur í 1997 frá universitetinum í Keypmannahavn, og hann hevur starvast á Tjaldurs apotekið øll árini, síðani hann bleiv liðugur.
Hann hevur tikið fleiri eftirútbúgvingar og hevur seinastu tíðina verið í gongd við diplomútúgving í leiðslu á Føroya Handilsskúla, sum hann verður liðugur við í heyst.
Longu í 1998 bleiv hann settur sum deildarleiðari, og hann hevur verið fyribilssettur apotekari á Tjaldurs apoteki í fleiri umførum. Hann hevur øll hesi árini víst í verki, at hann er væl skikkaður sum deildarleiðari, eins og er skikkaður at standa fyri rakstrinum av Tjaldurs apoteki.
Sum partur av leiðsluni í Tjaldurs apotekið hevur hann verið partur av eini áhaldandi menning av apotekinum, og hevur hann tískil drúgvar royndir við starvsfólkaleiðslu, broytingarleiðslu og verkætlanarleiðslu.
Petur Oluf Joensen hevur saman við leiðslunu staðið á odda fyri at menna góðskstýringina, arbeiðsgongdir og nýggjar tænastur á Tjaldurs apoteki, umframt at hann eisini hevur arbeitt við strategi fyri apoteksverkið.
Petur Oluf Joensen er 48 ár, giftur og eigur 3 børn og býr í Hoyvík. Petur Oluf er uppvaksin á Tvøroyri. Hann tekur við starvinum 1.sept.