Polestar hevur ikki fingið undantak frá nýggju amerikonsku reglunum, og tí verður sølan av nýggjum Polestar-bilum steðgað á amerikanska marknaðinum.
Sambært Bilmagasinet er talan um øll 2027-modell, sum eru í framleiðslu. Kortini fer Polestar framvegis at selja bilar á goymslu og veita tænastur og garanti til verandi kundar í USA.
Nýggju reglurnar banna bilum, sum innihalda ávísar dátur og tøkni framleidd í Kina og Russlandi. Sambært amerikonskum myndugleikum er trupulleikin, at Polestar-bilar nýta kinesiskan forritsbúnað í stýrisskipanunum.
Polestar eigur kinesiska Geely Holding, sum eisini eigur Volvo. Bilarnir verða ikki framleiddir í USA, og tí kunnu teir heldur ikki fáa undantak sambært teimum nýggju reglunum.
Í eini fráboðan sigur stjórin í Polestar, Michael Lohscheller, at bilídnaðurin er á veg inn í eina nýggja tíð, har øki og geopolitikkur fáa alsamt størri týdning.
Hann vísir á, at Evropa nú er størsti vakstrarmarknaðurin hjá felagnum, og at ætlanin er at framleiða nýggja Polestar 7 í Evropa. Amerikanski marknaðurin stendur í løtuni bert fyri umleið seks prosentum av samlaðu søluni hjá Polestar.










