Politikararnir vilja ikki taka ópopulerar avgerðir

Búskaparráðið: Eiga at taka burtur dupultfunktiónur millum almannaverkið og kommunur og óneyðugar dubultfunktónur í teimum trimum sjúkrahúsunum, heldur Búskaparráðið

Sambært játtanarkarmunum er ætlanin at gera sparitiltøk fyri 55 mió. kr. í 2026 og 35 mió. kr. eftirfylgjandi ár. 

 

– Sum skilst er ætlanin at brúka sokallaða ”plenuklipparan” fyri at spara á landsins útreiðslum, men hesin hátturin at spara við at skerja almennar nýtsluútreiðslur yvir ein kamb, ber brá av, at politikararnir ikki gera neyðugar tillagingar, tí teir eru bangnir fyri at taka ópopulerar avgerðir, skrivar Búskaparráðið í heystfrágreiðingini.

 

– Politikararnir eiga ístaðin at fremja nýskipanir, sum minka um almennu rakstrarútreiðslurnar bæði nú og frameftir, heldur ráðið.

 

– Til dømis kann sparast við at taka burtur dupultfunktiónur millum almannaverkið og kommunur og óneyðugar dubultfunktónur í teimum trimum sjúkrahúsunum. Um tað ikki verður spart, má meira takast inn frá borgarunum og/ella vinnuni.