Prógv í teldufrøði

Fimm kanditatar hava lokið BS-prógv í teldufrøði við Ålborg Universitet, men teir hava lisið í Føroyum

Longu fyrst í sjeytiárunum var data á skránni á Fróðskaparsetrinum. Tað seinasta í hesi menning er, at fimm kanditatar í teldufrøði fríggjadagin fingu prógv.Teir hava lisið við Ålborg Universitet, men hava tó verið í Føroyum og hava m.a. fingið fjarundirvísing.

Á samkomu fríggjadagin hildu hesi røðu: Hans Pauli Joensen, vararektari, Jørgen Østergaard, docentur við Ålborg Universitet, Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, Vilhjálmur Gregoriussen, umboð fyri næmingar.

Øll vóru samd um, at samstarvið hevði verið gott og at tað er sera neyðugt, tí vinnuni tørvar teldukøn fólk.

Jørgen Østergaard helt í áhugaverdu røðu síni fyri, at vert er at leggja sær í geyma, at útbúgving hoyrir ikki longur bert ungdóminum til, men er neyðug alt lívið.

Næmingarnir fegnaðust um, at stríðið nú ber ávøkst, tí strævið hevur tað verið.

Eisini vóru teir takksamir um, at arbeiðsplássini høvdu givið teimum møguleikar, so hetta var gjørligt. Og somuleiðis takkaðu teir familjum, ið hava havt tol hava stuðlað.

Stjórin í Elektron segði í hesum sambandi, at fyritøkan eisini framyvir fer at stuðla fólki, ið tekur útbugving, tí trot er á teldufrøðingum í øllum ríkinum