Vónbjørt Vang er nú komin í hópin av fólkum, sum hava fingið pláss í traditionsríku Kraks Blå Bog.
Gads Forlag gevur í dag út Kraks Blå Bog 2026-2027, og Vónbjørt Vang er eitt av teimum 76 nýggju nøvnunum í ársins útgávu.
Kraks Bláa Bók hevur verið givin út síðan 1910 og savnar ævisøguligar upplýsingar um fólk, sum hava sett sín dám á danska, føroyska ella grønlendska samfelagið innan millum annað mentan, vinnulív og almenna geiran.
Í nýggju útgávuni eru tilsamans 8.094 ævisøgur.
Vónbjørt Vang er rithøvundur og hevur í mong ár verið virkin í føroyskum bókmentum. Hon hevur bæði givið út egnar bøkur og verið við í bókmentaligum og listarligum samstarvi. Hon vann eisini bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins seinast.
At verða tikin upp í Kraks Bláu Bók er ikki nakað, ein sjálvur søkir um. Ritstjórnin velur, hvør verður tikin við í verkið.
Seinastu árini hava eisini fleiri aðrir føroyingar fingið pláss í bókini. Í útgávuni 2024-25 vóru millum annað Bjørt Samuelsen og Elisabeth Fransiska Rasmussen millum nýggju føroysku nøvnini.
Kelda: Gads Forlag











