Eyðun Klakkstein
Tá Meinhard Bjartalíð setur seg við telduna í Ónagerði á Viðareiði, hevur hann útsýnið vestureftir. Tað gerst ein blanding av nútímans tøkni og gamlari mentan, tá eyguni flyta seg frá bleiktrandi telduskíggjanum, út gjøgnum sprossavindeyguni, og oman á helluna, sum Christian Matras plagdi at yrkja um.
Hinumegin veggin á kontórinum hjá presti, skal tiltikna Beinta hava hildið til. Hennara rúm er nú sjónvarpsstova í prestagarðinum, sum var bygdur í umleið1854.
Tað eru ikki nógv fet frá arbeiðsstólinum og til klaverið úti í stovuni, har nótar hjá Johannes Sebastian Bach standa til reiðar. Og tað er sermerkt við Meinhardi Bjartalíð, at hann er bæði prestur og dugnaligur tónleikari.
Á ruddiliga skriviborðinum, har eitt telefax hevur funnið sær eitt hóskandi pláss á borðendanum, stara blýantar og pennar beint upp í loft, kanska súmbolskt, kanska bara praktiskt. Og á bókahillunum eru bøkur bæði til heilan og hjartað, og bókin »2000 år efter« gevur eina av mongum ábendingum um, at ein teologur hevur sett bøkurnar á hillarnar.
Meinhard Bjartalíð er prestur í Føroya minsta prestagjaldið, sum umfatar okkurt um 800 fólk. Hansara arbeiðsøki er Viðareiði, Hvannasund, Norðdepil, Múla, Fugloy og Svínoy, og hann heldur til í Ónagerði, sum til 1934 hýsti einasta presti í Norðoyggjum. Nú eru tveir prestar í Klaksvík, umframt tann á Viðareiði.
Vælsignaði mostrarnar
Fyrsta teknið um, at Meinhard Bjartalíð fór at enda sum prestur, komu tíðliga í lívinum. Tá hann var fýra ára gamal fór hann upp á stovuborðið heima við hús og lýsti vælsignilsi yvir mostrarnar, sum vóru komnar at vitja.
Meinhard Bjartalíð er uppvaksin í Árnafirði, og har búði hann, til hann var 17 ára gamal. Tá fór hann til Danmarkar og tók organistprógv. Frammanundan hevði hann rættiliga kýtt seg við orglið í Christianskirkjuni í Klaksvík, har hann dag um dag sat upp í 8 tímar og vandi.
- Tónleikur hevur altíð fylt nógv í mínum lívi, men eg haldi ongantíð tað var ivi um, at eg ætlaði mær at lesa teologi. Tað var í hvussu so er altíð nærliggjandi, at eg fór at gerast prestur, greiður hann frá.
Eftir at hann tók HF-prógv á Klaksvíkar HF-skeiði í 1986, byrjaði hann at lesa teologi á Fróðskaparsetrinum í Havn. Har læs hann í tvey ár, áðrenn hann flutti til smilets by, Århus, og læs har næstu átta árini á lærda háskúlanum.
? Eg hevði ikki viljað býtt tey 10 lestrarárini um við nakað annað. Tað var ómetaliga læruríkt og mennandi fyri meg. Tað er ein stórfingin gáva at sleppa at granska og fordjúpa seg í teologiskum evnum í10 ár. Teologilesnaður gevur dannilsi. Tú lærir nógv um mál, kirkjusøgu, filosofi, etik, umframt sjálva trúðarlæruna. Tað er haldgóður lesnaður, heldur Meinhard Bjartalíð.
Tríggjar mánaðir áðrenn hann var liðugur at lesa í Århus, fekk hann prestaembætið á Viðareiði, og tað flutti hann heim til í februar mánaði í 1997. Síðani tá hevur hann virkað sum prestur í eystara prestagjaldi í norðoyggjum.
Prestur høgan status
Meinhard Bjartalíð vaks upp í Árnafirði, og nú hann er komin heimaftur at virka sum prestur, er tað við útgangsstøði í bygdini Viðareiði.
? Tað hevur merkt meg fyri lívið, at eg eri uppvaksin í eini lítlari bygd, har tað var tætt og natúrligt samband millum tað fólkaliga og tað kristiliga. Grundtvig hevur sagt tiltiknu orðini: »Menneske først, kristen så«, og tey orðini passa væl til Árnafjørð og Viðareiði.
? Tað var deiligt at koma heim til eina lítla bygd, eftir so nógv ár í útlegd. Viðareiði er ein gomul kirkjubygd við gomlum traditiónum. Her hevur prestur høgan status, og eg veri ikki róptur annað enn prestur. Stutt eftir, at eg var komin til Viðareiðis, gekk eg mær ein túr í bygdini. Tveir smádreingir komu niðan gjøgnum bøin, og so sigur annar teirra: »Hvør er hatta?« Hin svarar: »Hatta er prestur.« Hendingin lýsir væl hvørja støðu prestur hevur í bygdini.
? Her eru ikki fleiri fólk, enn at eg kann náa at siga góða nátt við tey øll, og tað skapar eina heilt serliga støðu. Eg rokni við, at eg havi meira nærkontakt við míni sóknarbørn, enn prestar í teimum størri sóknunum hava.
Umframt stoltu søguna hjá Viðareiði, fegnast Meinhard Bjartalíð eisini um náttúruna á staðnum, sum kann verða bæði stórsligin og ógvuslig. Hann altíð hildið nógv av skaldskapinum hjá Christiani Matras, og á Viðareiði lata yrkingarnar hjá skaldinum seg rættiliga upp.
Yrkingarnar hjá Christian Matras eru sprotnar á Viðareiði. Hann yrkir um helluna stutt frá prestagarðinum, um Løksará, og so endurgevur prestur sannførandi orðini hjá Christiani Matras: Her leikti tær lendi løg inn í sál, og innast við strendur fekk sjógvurin mál.
Prestaembætið hevur eisini við sær ferðir til Fugloyar og Svínoyar, og tað er nakað heilt serligt.
? Tað er stórsligið at sigla til Fugloyar. Tað er ikki altíð gott veður, og eg havi upplivað bæði buldraligar ferðir og at liggja veðurfastur í Fugloynni. Men eg havi ómetaliga stóra virðing fyri teimum, sum búgva á oynni, okkurt um 10 fólk í hvørjari bygd. Tað ger meg eyðmjúkan at uppliva, sigur Meinhard Bjartalíð.
Prestur er altíð prestur
At verða prestur á Viðareiði gevur møguleikar fyri at granska og seta seg inn í ymiskt, tí tíðin er til tað. Umframt gudstænasturnar eru ikki nógvar kirkjuliga handlingar at taka sær av.
? Í løtuni granski eg Johannes Sebastian Bach. Tað er teologisk Bach-gransking, sum er eitt rættiliga nýtt hugtak.
? Men prestur skal ikki bara goyma seg inni á sínum kontóri, hann skal eisini út millum fólk. Prestur skal verða sjónligur, og hann skal luttaka í tí, sum fer fram í bygdini. Mær dámar væl uppsøkjandi arbeiði, til dømis at fara at vitja eldri fólk, og tað geri eg nokk so fitt av.
? Eg plagi eisini at ganga túrar í bygdini, og tá komi eg altíð í prát við fólk. Tað skapar fortróligheit, at eg eisini taki lut í prátinum, sum er í bygdini, um fletting, fleyging ella hvat tað kundi verið.
Meinhard Bjartalíð ásannar, at hann ongantíð kann føra seg fram sum privatmaður í bygdini.
? Eg eri prestur alt døgnið, óansæð hvørju megin skrivstovuhurðina, eg eri. Eg kann ongantíð fara gongutúr sum privatmaður, tí fólk síggja meg sum prest allastaðir, har eg komi. Soleiðis er embætið hjá mær, eg eri prestur, og eg skal verða tøkur 24 tímar um døgnið, sigur hann.
? Tí kann tað verða trupult at seta mark millum arbeiði og privatlív, men prestur hevur eisini brúk fyri privatlívi og at verða saman við familjuni hjá sær. Familjan skal eisini trívast, og tí ræður tað um at halda fast um nøkur ting, til dømis at verða saman um máltíðirnar og at brúka nøkur av kvøldunum saman.
Prestar hava eins og øll onnur rætt til frítíð, og hjá teimum er talan um fimm vikur um árið, umframt seks frívikuskfti.
? Vit hava hús í Kollafirði, og tað er frígerandi, at vit kunnu pakka bilin og rýma frá tí heila í nakrar vikur hvørt ár. Prestar skulu altíð trína so nógv fram, men vit hava eisini brúk fyri at trekkja okkum aftur viðhvørt. Verða saman við familjuni, hugsa og annars fylla battaríini.
Troystin er ikki orð
Ein týðandi partur av prestastarvinum er at práta við fólk, sum hava fyri neyðini at práta um okkurt, sum nívir tey. Fólk ringja til prest, og tey koma á gátt.
? Lívið er problematiskt og fragmentariskt hjá nógvum, og tá tað snýr seg um at práta við fólk, sum hava hjálp og umsorgan fyri neyðini, plagi eg at hugsa um eitt brot úr Fjallaprædikuni. Har sigur Jesus, at um onkur biður teg ganga eina míl við sær, gang tá tvær.
? Mín fremsta uppgáva sum prestur er at boða evangeliið, og tað skal eg eftir mínum tykki boða soleiðis, at fólk kunnu líta at sær sjálvum við nýggjum eygu ? við Guds mildu eygum ? men eg havi eisini eina týðandi uppgávu í at tosa við fólk, sum eru tyngd av onkrum, og at verða til staðar, tá sorgin nívir.
Tað kemur meira enn so fyri, at prestar verða bidnir at koma at vitja fólk, sum liggja til tað seinasta.
? Tað kann tykjast ógvusligt, tá fólk liggja á deyðastráð. Eg plagi at biða eina bøn, lýsa signingina yvir tey, og kanska syngja ein sálm. Tað ræður um at lata tað verða einfalt og friðarligt. Prestur signaliserar í sær sjálvum Guds nærveru og vón, sigur Meinhard Bjartalíð.
? Tá børn ella ungfólk doyggja, er prestastarvið krevjandi og slítandi, tí sorgin er so tung at bera. Men hjá mær sum presti ræður tað ikki um at siga so nógv, tí troystin er ikki orð ? ofta er troystin tigandi. Tað ræður um at verða til staðar, at ganga vegin saman við teimum sum syrgja, og so má eg ásanna mítt egna maktarloysi og hjálparloysi. Eg skal ikki hevja meg upp um støðuna, eg skal sita somu megin borðið sum tey, ið syrgja og hava mist.
Mamman doyði
Truplasta tíðarskeiðið í lívinum hjá Meinhardi Bjartalíð var, tá hann sum 25 ára gamal misti mammu sína, sum doyði av krabbameini.
? Tað var størsta kreppan í mínum lívi. Mamma hevði so ómetaliga nógv at týða fyri meg, og tí er tað ein dýrt keypt erfaring, eg havi. Eg havi roynt at missa tað besta, sum eg átti, og tí veit eg, hvat tað er, sum fólk fara ígjøgnum, tá tey hava mist ein kæran. Eg havi sjálvur roynt tað.
? Tá tú hevur fylgt einum av tínum elskaðu til tað ytsta markið, tekur tað tíð at koma heimaftur. Eg havi gingið tann vegin, og tað haldi eg hjálpir mær nú í mínum starvi, sigur Meinhard Bjartalíð.
Sum prestur skal Meinhard Bjartalíð eisini prædika, tá deyðin ger um seg, og tað gera hann altíð við somu útgangsstøðuni.
? Eg tosi altíð út frá Páskamorgni, tí tað er yvirskotið, eg sum prestur havi at lata. Páskamorgun er akkerið í øllum vónloysinum, har kann styrki heintast. Uppreisnin hjá Jesus er prógv um, at vónloysi, deyði og sorg fáa ikki seinasta orðið. Tað er ein vón fyri framman, sigur hann.
Tónleikur nógv at siga
Meinhard Bjartalíð er tiltikin orgulspælari. Hann vandi nógv sum ungur, og hann hevur tikið organistprógv í Danmark. Mangan hevur útvarpið spælt upptøkur, har Meinhard hevur sitið við eitt av kirkjuorglunum í landinum.
Í kirkjuni á Viðareiði er hann bara prestur, sjálvt um hann ofta setur seg við orglið í kirkjuni. Afturat sær hevur hann organist, sum spælir til gudstænasturnar.
Men tá hann vitjar útoyggjarnar, er hann bæði prestur og organistur.
? Tað er ein góð samanseting at verða prestur og at hava áhuga fyri tónleiki, tí ofta er brúk fyri, at eg syngi fyri, ella at eg seti meg vit eitt orgul ella klaver at spæla. Gundstænastan er jú eisini bæði tónleikur og teologi.
Umframt at spæla orgul, er Meinhard Bjartalíð kórleiðari hjá Klaksvíkskórinum, sum er eitt nýtt kór. Tey syngja fosturlandssangir, sálmar og onkur klassiskt stykki. Í kórinum eru okkurt um 60 fólk, og Meinhardi dámar væl at standa fyri kórinum.
? Eg havi við kórinum møguleika at koma í samband við nógv fólk í Klaksvík, og tað dámar mær væl, sigur hann.
Klaksvíkskórið er partur av kvøldskúlanum í Klaksvík, og eisini í kvøldskúlanum á Viðareiði er Meinhard ein partur av virkseminum. Hann undirvísur átta fólkum í at spæla klaver og orgul.
Og musikalski presturin stórtrívist í embætinum í Føroya minsta prestagjaldi.
Bygdalívið er ríkt og nærverandi, og møguleikarnir nógvar.
Prestur er altíð prestur.