Leiðarin fyri Wagner-leiguhermenninar í Ukraina, Jevgenij Prigozjin, hevur nú bjóðað russiska verjumálaráðharranum, Sergej Sjojgu, til býin, Bakhmut, har harðir bardagar hava verið í fleiri mánaðir.
Sambært útlendskum miðlum, hevur Jevgenij Prigozjin lagt hesa innbjóðing út á Telegram.
Seinastu tíðina hevur Wagner-leiðarin funnist hvassliga at russisku verjuni og verjumálaráðharranum fyri, at herliðini hjá honum ikki fáa nóg mikið av lóðuri til bardagan um ukrainska býin.
- Sæð í ljósinum av nógvum ára royndum og truplu støðuni í Bakhmut, biði eg teg koma til Bakhmut og sjálvur meta um núverandi støðu, skrivar Jevgenij Prigozjin á Telegram.
Wagner-leiðarin hevur nevniliga hótt við at taka sínar hermenn úr ukrainska býnum, tí uttan lóður og vápn verður hetta tann vísi deyði, sum hann tekur til.
Jevgenij Prigozjin viðgongur, at ukrainski herurin - ella fíggindin, sum hann rópar ukrainsku hermenninar - hevur sett í verk eina røð av væleydnaðum mótálopum á leiðini.
Í gjárkvøldið vildu fleiri russiskir krígsbloggarar vera við, at Ukraina hevur sett fleiri álop í verk við hermótini millum stríðandi partarnar har eysturi í Ukraina.
##med2##