Prigozjin er aftur í Russlandi

- Prigozjin er ein frælsur maður. Putin vil ikki gera av við hann. Putin og eg skulu umrøða Prigozjin á einum fundi, sigur forsetin í Hvítarusslandi.

Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, sigur, at Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, er í St. Pætursborg í Russlandi. 

- Prigozjin er ikki í Hvítarusslandi. Hann er í St. Pætursborg. Kanska fór hann til Moskva, men hann er í øllum førum ikki í Hvítarusslandi.

 

Tað sigur Aleksandr Lukasjenko sambært Reuters.

 

Og hann leggur aftrat:

 

- Prigozjin er ein frælsur maður. Putin vil ikki gera av við hann. Putin og eg skulu umrøða Prigozjin á einum fundi.

 

Aleksandr Lukasjenko sigur, at tilboðið hjá Wagner-leiðaranum um at hava nakað av sínum herfólki í Hvítarusslandi stendur við.  

 

Sambært forsetanum er spurningurin um, hvar Wagner-leiðarin skal hava síni herfólk í Hvítarusslandi framvegis ikki loystur.

 

- Eg vænti ikki, at Wagner-herlið nakrantíð fara at brúka vápn móti Hvítarusslandi, sigur Aleksandr Lukasjenko.

 

Í aðrar mátar sigur forsetin, at hann væntar, at Ukraina fer at gera okkurt "álvarsligt" á hermótinum, nú Nato-toppfundurin verður í Vilnius í næstu viku.

 

- Men, tað fer at oyðileggja egnan hernaðarkapasitet, um Ukraina fer at brúka síni bestu herlið í hesi royndini, sigur Aleksandr Lukasjenko.

 

Forsetin í Hvítarusslandi sigur, at hann bjóðar Ukraina og Russlandi at byrja friðarsamrøður í stríðnum, sum er í Ukraina.